Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu

klaksvik.fo

Eitt av hæddarpunktunum til árliga jólahaldið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur verið heiðran av starvsfólkum, sum hava verið í starvið hjá kommununi og NBH í mong ár. Í ár var onki undantak.

Hóast jólahaldið varð skipað øðrvísi enn tvey tey undanfarnu árini, har skipað hevur verið fyri felags jólahaldi fyri øllum starvsfólkunum, so bar hetta ikki til í ár, orsaka av koronu

Starvsfólkini í Klaksvíkar kommunu vórðu boðin til felags jólahald í KÍ – høllin, ímeðan jólahaldið hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu varð skipað á ymisku stovnunum hjá NBH.

Starvsfólkini fingu heiðursgávu og blómutyssi, fyri at hava starvast ávíkavist 10, 20, 25, 30, 35, 40 og 45 ár í Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta takka starvsfólkunum fyri trúgva tænastu.