Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk í peningastovnum og tryggingarfeløgum biðja nú um avsláttur frá handlum til sín sjálvan

John William Joensen

Í vikuni sendi felagið hjá starvsfólkum í tryggingarfeløgum, pensjónsgrunnum og peningastovnum út bræv til handlar kring landið við uppskotið um eina avsláttarskipan. Hetta fekk øði í handilsmann sum vil verða dulnevndur.

Í vikuni sendi felagið hjá starvsfólkum í tryggingarfeløgum, pensjónsgrunnum og peningastovnum út bræv til handlar kring landið við uppskotið um eina avsláttarskipan. Hetta fekk øði í handilsmann sum vil verða dulnevndur.


Tórshavn 11.09.2013

Umsókn um avsláttaravtalu.

YTF er yrkisfelag hjá teimum sum starvast á Tryggingarfelagnum Føroyar,Betri,Lív,Elektron,Eik Banka,Norðoya Sparikassa og Suðruoyar Sparikassa.
Í hesum sambandi vilja vit loyva okkum at spyrja tykkum,um tit eru áhuga í at gera eina avsláttaravtalu,soleiðis at limir okkara,við keyp frá tykkum,fáa ein avsláttur.Hetta kann gerast á tann hátt, at tey vísa fram sítt limakort við kassan,tá rindast skal.

Teir handlar og fyritøkur ið YTF gerð avtalur við koma at standa á okkara heimasíðu ytf.fo,og limir í Ytf fáa ein teldupost hvørja ferð ein nýggj avsláttaravtala er gjørd.
Tað hevði glett okkum at hoyrt frá tykkum skjótt.

Vinarliga
Xxxxx Xxxx
Sitat enda.

Handilsmaðurin svarar soleiðis:
Svari er NEI og aftur NEI,halda hesi fólk í eru lønt í tí betra endanum og fáa eina feita pensjón, at Flakakvinnan og Útróðarmaðurin og annars tey tímaløntu skulu betala ein yvirprís fyri at tey skulu fáa ein ávsláttur ?
Eg haldi at hatta er eitt gott dømi um at tað eru fólk í ikki hava eina dømikraft !!

Harleyfacadeacryl