Til framleiðslutoymið á Føroya Bjór sóknast vit eftir einum álítandi og ágrýtnum starvsfólki við góðum tekniskum førleikum.
Starvið krevur góð samstarvsevni, og at ein kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Umframt hug og hegni at arbeiða við tøkni og maskinum, er tað ein fyrimunur at hava viðkomandi royndir og førleikar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknir og møguligir spurningar kunnu sendast til annika@foroyabjor.fo, tel. 295440.




