Í dýrdar veðrinum leygardagin, skipaði Shell fyri einum stórum og spennandi starvsfólkadegi fyri øllum starvsfólkunum, ið arbeiða á støðunum sum Shell eigur.
Bussar fóru úr Havn og Klaksvík áðrenn døgurða, og varð kósin sett móti Fuglafirði, har Muntra var ramman um fyrra partin av tiltakinum. Á middegi vóru øll starvsfólkini komin inn á Muntra, har Poul Rustin borðreiddi við einum vælsmakkandi løttum bita. Eftir at Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðarin á Shell hevði bjóða øllum 60 starvsfólkunum vælkomin, fingu starvsfólkini tvey løtt og stutt skeið. Eitt trygdarskeið og eitt søluskeið.
Tá hetta var liðugt, koyrdu bussarnir øll starvsfólkini til Leirvíkar og nú byrjaði tann stuttligi parturin av degnum, tí nú stóð bowling, go-cart og paintball á skránni.
Støðirnar vóru soleiðis deildar upp, at meðan starvsfólkini í Gøtudali bowlaðu, so koyrdi starvsfólkini í Klaksvík go-cart og Ringvegurin spældi paintball. Og soleiðis roteraðu starvsfólkini millum øll hesi tiltøk.
Lagt var upp til eina spennandi kapping millum støðirnar og løgdu starvsfólkini nógv fyri at vinna. Fylgt var væl við hvør koyrdi skjótast, hvør fekk mest stig í bowling og hvør støð var villast og best í paintball.
Og meðan sólin skein bæði oman og niðan, hugnaðu starvsfólkini sær óført. Sjálvt um tiltakið í Leirvík vardi í 3 heilar tímar, so vóru øll samd um, at tíðin gekk alt ov skjótt. Løtan í Leirvík var bæði undirhaldandi og stuttlig.
Kl. 18.00 varð farið við bussum til Fuglafjarðar, har Poul Rustin aftur serveraði ein betur bita. Á Muntra blivu heiðursmerkir og steyp handaði trimum teimum bestu í hvørjari kapping. Eisini blivu gávukort handaði starvsfólkunum, fyri aðrar kappingar sum Shell hevur haft innanhýsis gjøgnum árið.
Móð og troytt settu nøkur glað starvsfólk seg í bussarnar og vóru øll heima aftur um 9 tíðina leygarkvøldið. Á sølu- og marknaðardeildini hjá Shell lata tey eisini væl av hesum degi. Hetta er ein góður háttur at samansjóða starvsfólkini og geva teimum eina kenslu av, at vit eru øll í saman báti, skulu vit heilsað og siga frá Shell-starvsfólkunum.




