Viðvíkjandi støðuni og starvsfólkaviðurskiftunum í almenna partafelagnum Postverk Føroya.
Kári P. Højgaard løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl landstýrismann
Viðvíkjandi støðuni og starvsfólkaviðurskiftunum í almenna partafelagnum Postverk Føroya.
Seinastu vikuna hava ófrættatíðindi um starvsfólkaviðurskiftini á Postverki Føroya enn einaferð merkt tíðindaflutningin í Kringvarpinum.
Síðan Postverk Føroya varð einskylt og umskipað til alment partafelag, hava við jøvnum millumbili verið órógvandi og skakandi tíðindi um missnøgd og uppsagnir í Postverkinum. Samstundis síggjast lýsingar, har stovnurin søkir eftir 10-tals postboðum í øllum aldri og kunna hesi verða sett í starv, hóast tey nærum hava nátt pensjónsaldur.
Landstýrismaðurin í vinnumálum hevur vegna almennu Føroyar endaligu ábyrgdina av Postverkinum, tí hesar viðkomandi spurningarnar:
• Hevur ella fer landstýrismaðurin at taka nøkur stig til tess at kanna, um nakað hald er í tíðindunum um ótolandi støðuna, hjá fleiri starvs- og álitisfólkum í Postverkinum?
• Kann landstýrismaðurin fyri Løgtinginum upplýsa, hvussu nógv starvsfólk “móti egnum vilja” eru farin úr starvi síðan einskiljingina, og hvussu nógv starvsfólk sjálvboðin hava sagt upp. Hvussu nógv nýggj starvsfólk eru sett í starv nevnda tíðarskeið, er raksturin hjá Postverkinum batnaður síðan einskiljingina og hvussu eru framtíðarútlitini ?




