Í mótmælisskrivi til løgmann, sum eisini er sent fjølmiðlunum, mótmæla starvsfólkini á Fornminnissavninum setanini av nýggjum landsantikvari. Tey siga millum annað at fleiri brot eru gjørd á rættindi teirra sum starvsfólk…
Føroya løgmaður
Tinganesi
100-Tórshavn
Harra løgmaður.
Undirritaðu, ið øll eru í føstum starvi á Føroya Fornminnissavni, vilja við hesum mótmæla teimum mongu brotum, sum í málinum um setan av landsantikvari eru framd á rættindi okkara sum starvsfólk, soleiðis sum hesi m.a. eru útgreinað í tí setanarpolitikki, sum er ásettur av Føroya løgmanni og í fyrisitingarlógini.
Í tí sum fram er komið, síggja vit, at setanin er farin fram við sera stórum nærlagni, men als ikki eftir teirri ásettu mannagongdini hjá mentamálaráðnum.
Vit eru tíverri sannførd um, at avgerðin um setan av nýggjum landsantikvari er ikki farin fram á rættan og rættvísan hátt, og vit kenna okkum tí ikki trygg við avleiðingarnar av avgerðini. Landstýrismaðurin hevur lítið innlit í lógarfestu uppgávur stovnsins, hevur ongatíð verið á stovninum og hevur einki samskifti havt við stovnin.
Fyrst varð skipað fyri eini formligari setanartilgongd, har umboð okkara tók lut, og síðani varð skipað fyri teirri reellu setanartilgongdini, har starvsfólkaumboðið varð útihýst frá viðgerð og setanarsamrøðum. Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin í mentamálum soleiðis setti rættindi okkara at vera við í setanartilgongdini til viks.
Vit mótmæla, at tað umboð, vit eftir boðum myndugleikana og í samsvari við almenna setanarpolitikkin hava valt í setanarnevndina, av landstýrismanninum uttan grundgeving verður mett ikki at gera arbeiði sítt nóg væl og straks gerst offur fyri almennari útspilling.
Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin sjálvur átekur sær at taka dagar ímillum, hvør hevur størsta fakliga og fyrisitingarliga førleika at stýra stovninum.
Setanin er liður í eini politiskt ætlaðari broytingartilgongd, sum landsstýrismaðurin í stríð við starvsfólkapolitikkin hevur sett í verk. Starvsfólkini eru enn ikki kunnað um ætlanir landsstýrimansins. Vit mótmæla, at vit hvørki hava havt høvi at umrøða ella ummæla broytingarætlanirnar og ikki hava kunnað tikið lut í broytingararbeiðinum í samsvari við starvsfólkapolitik landsstýrisins.
Samstarv og sínámillum virðing millum stovnsleiðara og starvsfólk eru avgerandi fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað er øll orsøk at stúra fyri arbeiðsumhvørvinum, um politiskt settur stovnsleiðari veruliga fær loyvi at taka við leiðsluni av Føroya Fornminnissavni. Tann skaði, sum longu er hendur við tí persónliga ágangi, sum starvsfólkum hava verið fyri, er nóg álvarsligur.
Vísandi til omanfyri standandi heita vit á løgmann at sýna egna starvsfólkapolitikki sínum, fyrisitingarrætti og vanligari rættarkenslu ta virðing at gera setanina av landsantikvari til einkis.
Hoyvík, tann 14. februar 2003
Mayfinn Norðoy
arkitektur
Regin Debess
savnslærari
Súsanna Joensen
konserveringsteknikari
Jóannes Stephansson
savnshjálpari
Ólavur Øster
savnshjálpari
Hákun Andreasen
savnshjálpari
Hanna Mortensen
savnsskrivari
Josefina D. Haraldsen
skrivstovufólk
Elsuba Olsen
skrivstovufólk
Arne Thorsteinsson
fv. landsantikvarur
Kim Clementsen
húsavørður
Verður sent: Mentamálaráðnum
Magistarafelag Føroya
Arkitektafelag Føroya
Føroya Lærarafelag
Starvsmannafelagnum Fjølmiðlunum




