Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvslesandi til Føroyska Samráðingartoymið

Lýsing

Í føroyska samráðingartoyminum, sum er skipað við sæti í Fiskimálaráðnum, er tørvur á starvslesandi at hjálpa okkum við ymsum uppgávum í sambandi við samráðingar Føroya við fremmand lond, ið samráðingartoymið stendur fyri.


Uppgávur

Sum starvslesandi fert tú til verka við uppgávum, ið eru knýttar at útbúgving tíni og tørvinum hjá samráðingartoyminum. Tú fært toymissamskipandi uppgávur, eitt nú at vera við til at samskipa fundir, samráðingar og sambandið við fjølmiðlar, eins og at vera við til at framleiða grundleggjandi skjøl til samráðingarnar og kunningartilfar til heimasíðu okkara.


Førleikar

Tú lesur á hægri lærustovni og tekur útbúgving innan fyri samfelagsvísindaliga økið ella útbúgving, ið er samsvarandi, og hevur helst lokið útbúgving á bachelorstigi. Tú sýnir samstarvshuga, hjálpsemi, miðvísi og sjálvstøðugt verklag, eins og tú hevur stinnan føroyskan og enskan málkunnleika.


Setanartreytir

Starvsvenjingartíðin er eitt hálvt ár og kann lagast eftir tínum umstøðum. Størvini eru ólønt, men vit lata mánaðarligan stuðul til bústaðarútreiðslur, eins og til ber at søkja um ferðastuðul frá Studna. Vanliga ber eisini til at fáa útbúgvingarstuðul, umframt at samsýning verður latin eftir nøktandi starvsvenjing.


Umsóknir

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og viðmælum til fisk@fisk.fo

Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 23. juni 2014 kl. 12:00, og byrjar tú starvsvenjingina mánadagin 1. september 2014 ella eftir nærri avtalu.


Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon +298 353030 ella beinleiðis til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon +298 553249.


Fiskimálaráðið