Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Statoil longt avtaluna við KÍ

John William Joensen

– Tá vit skrivaðu undir sáttmálan seinast søgdu vit, at vit vóru nøgdir um KÍ endaði omanfyri fjóðrapláss, men hesuferð vilja vit at KÍ gerst meistari, segði Hans Waag, marknaðarleiðari hjá Statoil, á samkomu í KÍ-høllini í morgun.

Hettar er 10. árið at Statoil er høvuðsstuðul hjá KÍ, og teirbáðir, Gestur Hovgaard og Hans Waag, vóru samdur um at talan var um eitt sera gott samstarv sum báðir partar vóru nógdir við.
– Vit miðja í móti at KÍ verður millum trí tey fremstu liðini í ár, og samstarvsavtalan við Statoil er ein tíðandi partur í at náa hesum málinum, segði formaðurin í KÍ.
Marknaðarleiðarin hjá Statoil, Hans Waag, segði at Statoil legði stóran dent á at merkið felagsin var umboða á rættan hátt og á rættum stað, og tí hevði Statoil valt samstarv við Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Sponsoravtalan við Statoil er ein eitt ára sáttmáli, og einki var sagt um virði á sáttmálanum.
Tó kundi formaður í KÍ siga so mikið at samanumtikið var sáttmálin í ár betri enn betri enn undanfarni sáttmáli.