icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Status áðrenn seinnu hálvu í Formuladeildini: Um 11 umfør vita vit hvør yvirlivir í Formuladeildini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Framvegis eru 11 umfør eftir, og hvørt lið kann tí vinna upp til 33 stig, samstundis sum KÍ bert liggur 5 stig frá niðurflytingarstrikuni.

Leygardagin byrjar seinna hálva av kappingini í Formuladeildini 2007, og síðan verður ikki helmað í, fyrr enn avgerðin er fallin, hvør verður føroyameistari, og hvørji tvey lið skulu niður í 1. deild (næst bestu deildina) at spæla næsta kappingarár.

Tíverri tann seinni av nevndu spurningum tann meira aktuelli hjá KÍ, sum í løtuni liggur á trið niðasta plássi í Formuladeildini.

Støðan:
01) B36   16 dystir   +18 mál   36 stig
02) NSÍ   16 dystir    +14 mál   35 stig
03) EB/S 16 dystir    +07 mál   29 stig
04) HB    16 dystir    +08 mál   24 stig
05) GÍ      16 dystir   –07 mál   23 stig
06) SKÁ  16 dystir    –04 mál   22 stig
07) B71    16 dystir  –00 mál   21 stig
08) KÍ      16 dystir   –02 mál   15 stig
09) AB     16 dystir   –12 mál   10 stig
10) VB/S  16 dystir   –22 mál   10 stig

Dystarskráin:
0408: KÍ – Skála
1208: GÍ – KÍ
1908: KÍ – B71
2608: B36 – KÍ
0209: KÍ – VB/Sumba
1609: AB – KÍ
1209: KI – GÍ
3009: KÍ – EB/Streymur
0710: Skála – KÍ
2110: HB – KÍ
2710: KÍ – NSÍ

Fyrstu dystirnir
stóra ávirkan
Sostatt er greitt út frá støðuni á stigatalvuni, at framvegis er einki avgjørt í kappingini.

Framvegis eru 11 umfør eftir, tvs. at hvørt lið kann vinna upp til 33 stig, samstundis sum KÍ bert liggur 5 stig frá niðurflytingarstrikuni.

Tí er sera umráðandi hjá KÍ at fáa eina líkinda byrjan upp á seinnu hálvu, soleiðis at trýstið og nervarnir ikki gerast skaðiligir fyri avrikið hjá liðnum.

Allir dystir hava týdning, men roknast kann við, at serliga dystirnir ímóti hinum botnliðunum verða avgerandi.

Slíkir dystir millum kappingarneytar verða tíðum róptir “6-stiga dystir”, av tí at ein sigur gevur 3 stig, samstundis sum mótstøðuliðið einki fær, og øvugt gevur ein ósigur mótstøðuliðnum 3 stig, samstundis sum eins egna lið einki fær.

Fáir dystir eftir
móti oddaliðum

Áhugavert er at leggja til merkis í dystarskránni, at KÍ í seinnu hálvu av kappingini ikki hevur so nógvar dystir ímóti oddaliðunum, meðan dystirnir ímóti øðrum mið- og botnliðum eru fleiri í tali.

KÍ hevur nevniliga bara 3 dystir eftir í ár ímóti liðunum, sum í løtuni eru oddalið: 2608: úti ímóti B36, 3009: heima ímóti EB/Streymi og 2710: heima ímóti NSÍ.

Hinvegin eru heilir 8 dystir ímóti liðunum, sum liggja í miðjuni og í botninum á stigatalvuni.

Leygardagin
kemur Skála

á vitjan við Djúpumýru, og hóast liðið ikki er at meta sum eitt botnlið – tað liggur sum nr. 6, beint undir miðjuni á stigatalvuni – so eru skálamenn framvegis eitt av liðunum, sum enn eru til at røkka hjá KÍ, um tað gongst teimum eftir vild.

Tí skal ein ikki undirmeta týdningin av einum KÍ-sigri leygardagin, tí vinnur KÍ, so tódnar stigamunurin millum hesi bæði liðini niður í 4 stig.

Hinvegin verður munurin øktur heilt upp í 10 stig, um Skála vinnur – jú, hesin dysturin má metast at vera ein av teimum sonevndu 6-stiga dystunum.

Dysturin ímóti Skála verður við Djúpumýru leygardagin klokkan 15:00.