Ongin sløkking er í løtuni, tí tað er ov ótrygt hjá sløkkiliðsfólkunum. Brimil er á veg á Tvøroyri at hjálpa til at sløkkja eldin
Ongin sløkking er í løtuni, tí tað er ov ótrygt hjá sløkkiliðsmonnum. Brimil er á veg á Tvøroyri, at hjálpa til at sløkkja eldin
Tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi vita ikki um fólk, sum eru komin til skaða og tað váttar løgregelan eisini.
Fólk í Trongisvági, í Líðini og á Tvøroyri skulu leita sær vekk, sigur løgreglan.
Miðnámsskúlin í Hovi er opin fyri fólki. 50 fólk eru komin á skúlan og leiðarin veit ikki hvussu nógv munnu fara at koma.
Skúlin í Hvalba tekur eisini ímóti fólki.
Myndirnar hava Eyðun Nolsøe og Mortan Enni tikið.