Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stavikappingin hjá Føroya Banka sera væl umtókt

John William Joensen

Fleiri enn 200 ung í 4., 5. og 6. flokki kring landið hava higartil teknað seg til kappingina “Stava rætt” hjá Føroya Banka.

Kelda: www.foroyabanki.fo

Alt bendir tí á, at kappingin verður sera spennandi. Seinasta freist at tekna til kappingina er hósdagin 11. september á midnátt

Stava rætt og vinn 25.000 kr.

Hesar eru einføldu treytirnar í stavikappingini, sum Føroya Banki skipar fyri kring landið í komandi viku og aðru viku.

Áhugin fyri kappingini er sera stórur, og úr øllum heraðshornum frættir bankin, at kappingin er eitt gott og spennandi átak.

Higartil hava fleiri enn 200 ung teknað seg til kappingina, og av tí, at undirtøkan er so stór, verða nú tvey undanumfør í Vesturøkinum.

Tað fyrra verður í Vestmanna mikudagin 17. september kl. 17.00. Tað seinna verður í Sørvágs skúla týsdagin 23. september kl. 17.00 fyri luttakarum úr Vágum.

Harleywoodpaint