Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steðgið Kringvarpinum

John William Joensen

Í Føroyum eru vit í ti serligu støðu at privatar fyritøkur innan nærum allar vinnur eru í beinleiðis kapping við almennar fyritøkur. Í morgun var ein av leiðarunum í Kringvarpinum, Liljan Wejhe, í útvarpsstovuni og greiddi føroya fólki frá hvørjar sendingar verða á skránni. Eftir útsøgnunum hjá henni skal ein stórur partur av sendingunum í Kringvarpinum út at finna enn fleiri privatar stuðlar.

Í Føroyum eru vit í ti serligu støðu at privatar fyritøkur innan nærum allar vinnur eru í beinleiðis kapping við almennar fyritøkur. Í morgun var ein av leiðarunum í Kringvarpinum, Liljan Wejhe, í útvarpsstovuni og greiddi føroya fólki frá hvørjar sendingar verða á skránni. Eftir útsøgnunum hjá henni skal ein stórur partur av sendingunum í Kringvarpinum út at finna enn fleiri privatar stuðlar. Hetta er beinleiðis ein krígsavbjóðing til privatu miðlarnar, sum onga trygd hava fyri sínum inntøkum. 

Kappingarráðið hevur til fánýtis víst á at tað er beinleiðis í andsøgn við publicservice politikkin í londunum kring okkum at loyva einum almennum stovni, sum sambært lóg hevur tað serstøðu at taka niður í lumman hjá hvørjum einstøkum borgara í landinum eftir pengum – samstundis sleppur at kappast á privata lýsingamarknaðinum.

Privatu føroysku miðlarnir eru sera illa fyri tí teir á prentøkinum hava eitt monopol samstundis sum tað eisini er eitt alment partafelag sum í monupolstøðu tekur sær av útbering og áseting av útberingarkostnaði.

Harafturat mugu vit ikki gloyma at tað eru aðrar almennar fyritøkur, so sum almenna partafelagið FØROYA TELE, sum gjøgnum eina dóttur nevnd portal.fo beinleiðis kappast við privatu miðlarnar á lýsingamarknaðinum.

Millum hesar almennu fyritøkur í Tórshavn livir ein veitingarvinna sum eitt nú beinleiðis livir av at veitingum til almennu stovnarnar og feløgini og her kunnu vit m.a. nevna tey sum framleiða lysingar til almenna kringvarpið. Tað er í mongum førum ein lukkaður ringur av fólki í Havn sum sleppur at veita til hesar almennu stovnarnar og børn teirra.

Ikki løgið at tankar um tilfeingisgjald og aðrar skattir og gjøld á fríu privatu vinnuna hevur góð gróðrarlíkindi í hesum umhvørvinum.

Skulu vit framvegis hava privatar fyritøkur og miðlar – so er neyðugt at politiska skipanin tekur seg um royggj og ikki stendur sum ryssa yvir deyðum fyli.