Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steðgið søluni av rúsdrekka

John William Joensen

Tað er ein sannroynd, at Rúsan hevur verið atvoldin til trupulleikar í mongum familjum.

Pápi, sum drakk 3 til 4 ferðir um árið hevur drukki at kalla hvønn dag síðan Rúsan opnaði. Hann kann ikki arbeiða longur og mamma líður svárt undir hansara misnýtslu. Soleiðis kundi eg tikið eitt dømi fyri og annað eftir. Tí harmar tað meg almikið, at fólk áhaldandi royna at nýta alskyns snyldur til at tamba rúsdrekkalógina.  Skammi tykkum, hugsa tit ikki um knústu familjurnar, óseku børnini, sorgina, skilnaðin, ótrúskapin, sjúkurnar og ikki minst ferðsluvannlukkurnar atvoldnar av rúsdrekka. Tí má Rúsan steingjast í stundini og øll skeinkiloyvi takast aftur. Vit muga innsíggja, at hetta var eitt stórt mistak. Kalla tað frælsi um tit vilja, men hetta er trældómur av ringasta slagi, har menn ofra konu og børn vegna hesa last.

Familjumaður