men Fólkaflokkurin fekk allar tær týðandi nevndirnar, Mentunnarnevndina, Teknisku nevnd og Havnanevndina
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin gjørdu samgongu kl. 02:30 í nátt og tá var samstundis avgjørt at Fólkaflokkurin, sum stórsti flokkur, ikki fekk borgarstjóran, men hinvegin fekk leiðsluna í stórstu nevndunum.
Tjóðveldis flokkurin hevur tó eina av størri nevndunum, nevniliga sosialu nevnd og tær báðar lítlu nevndirnar, Heilsunevndin og Byggi- og Býarskipanarnevndina.
Persónsbýti
Av persónsbýtinum er bert avgjørt at Steinbjørn Jacobsen, verður borgarstjóri og Jákup Mikkelsen, varðaborgarstjóri. Hvør skal verða formaður í teimum ymisku nevndunum er ikki avgjørt enn.
Samgongan hevur avtalað fund mánakvøldið kl. 19, tá eitt nú persónsbýti skal fáast upp á pláss.




