Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Alt meira fríður – Klaksvíkar býur

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Sum borgarstjóri fegnist eg stórliga um tey tiltøk, sum higartil eru framd fyri at fríðka um býin og bygdirnar í kommunu okkara. Nú er ikki at helma í, men at halda fram – til frama fyri hugnað og trivnað borgara okkara.

Ábyrgd býráðsins fevnir sera víða, og tað ger tað mangan torført at velja og vraka ímillum tey uppskot, sum koma fram.

Í hesum umfari hugsi eg um tann grøna partin og fríðkanarpartin av arbeiði og ábyrgd okkara sum kommuna, har vit í dag tíbetur kunnu staðfesta, at fleiri øki eru vorðin vakrari og harvið eisini hugnaligari fyri okkum sum borgarar og teir gestir, sum vitja.

Enn er langt á mál, og vit helma heldur ikki í, men sum borgarstjóri kann eg gleðiliga staðfesta, at býur og kommuna okkara á fleiri økjum er fríðkað munandi við grønum og skipaðum økjum, sum styrkja um trivnaðin hjá borgarunum. Nú ræður um ikki at gevast á hondum.

Samstundis er tað hugaligt inn ímillum at steðga á og líta at tí, sum er fingið frá hondini higartil, tí hetta gevur áræði til at herja á við fleiri betranum á hesum øki í kommununi.

Tað er tað, sum eg við hesum ynski at gera við at nema við onkur av teimum økjum og støðum, har tað er eydnast at fríðka um umhvørvið.

Gamli Kirkjugarður
ein uppfrískað perla

Eitt tað mest sentrala og eyðsýnda staðið í kommununi og í Klaksvík er nátúrliga Vágstún og økið har uttanum, sum jú liggur mitt í býnum.

Her er tað eydnast býráðnum at fremja eina verkætlan, teknað av FuglArk, sum letur upp tann áður afturlatna Gamla Kirkjugarð, sum samstundis er umlagdur og gjørdur enn vakrari enn áður.

Eftir míni meting ein sera væl eydnað verkætlan, har kønir pennar og hegnigar hendur nú næstan eru lidnar við hesa nýskapan, sum ger Gamla Kirkjugarð til ein part av Vágstúni.

Ringvegurin er
hentur og vakur

Arbeiðið upp á tann partin av ringvegnum, sum røkkur frá undir Fossum og til Oman Eið er nú um at verða liðugt. Nú verður arbeitt við íbindingini frá nýggju rundkoyringini og til Niðan Horn.

Hesin vegateinur er sjálvandi fyrst og fremst sera hentur fyri ferðsluna í býnum, tí nú kann sleppast undan brøttum brekkum fyri at koma niðaná til hesar býlingarnar.

Men tann, sum leggur leiðina hendan vegin sær, at eisini her verður havt í huga, hvussu fríðkast kann – vegurin og jaðarin framvið tekur seg væl út.

Fyri at geva vegnum eitt enn størri fríðkanarligt virði, hevur býráðið fingið latið sett upp eitt listaverk inn í rundkoyringini, sum er á hesum vegateininum.


List setur dám
á býarmyndina

Fyri fáum árum síðan vóru viðmerkingar ógvuliga javnan at hoyra um, at Klaksvík var alt ov fátøk, tá ið um list ræður. Sagt varð, at her var næstan eingin list í býnum.

Tað eru uttan iva fleiri meiningar um tað, tí nakað av list var longu tá at síggja í býarmyndini.

Hinvegin kunnu vit í dag fegnast um, at vit hesi seinastu árini hava fingið fleiri nýggj listaverk upp kring um í býnum, og hetta setur sín jaliga dám á býarmyndina.

Millum listaverkini, sum eru komin hesi seinastu árini, kunnu nevnast: *standmyndin av J. F. Kjølbro á Biskupsstøð, *standmyndin av egnaranum á Stangarbrúnni, *listaverkið inni í Rundkoyringini í miðbýnum, *standmyndin á fiskastykkinum niðan fyri fyrrverandi skrivstovubygningin hjá J. F. Kjølbro, *listaverkið inni í rundkoyringini undir Fossum/Oman Eið, *standmyndin frá Joel Cole á Kl. Bókasavni, sum fer at standa í nýbygda Ósáskúlanum, tá ið hann er liðugur um á leið 2 ár, og ikki minst tann seinasta og nógv umrødda *standmyndin í Vágstúni.

Eg nevndi, at fyrr fullu viðmerkingar um, at ongin list var. Nú er hetta kjakið broytt til at vera um tað list, sum higartil ER komin í kommununi. Har er ein ávísur munur.

Umhvørvisarbeiðið
verður raðfest høgt

Ein annar partur av býarmyndini, sum er ógvulig eyðsýndur, er tað órudd sum sleppur at liggja og sløðast kring um í kommununi.

Her hevur býráðið eisini sett sær fyri at gera nakað munagott til frama fyri umhvørvið.

Fyrstu stigini at raðfesta umhvørvið vórðu tikin við at seta í starv ein umhvørvisleiðara sum part av Teknisku Umsiting hjá býráðnum, hetta fyri at tryggja, at fólk burturav skulu arbeiða fyri at betra um umhvørvið.

Hetta málsøkið, sum er sera stórt og vítt, fevnir um mangt og hvat, sum vit í tí dagliga uppliva. Sum dømi kann eg nevna leysgangandi hundar, skeivt parkeraðir bilar, bilvrak og annað órudd, spillvatn, burturkast o.s.fr.

Á hesum øki verður nú gjørt eitt miðvíst arbeiði, eitt nú hava umhvørvisdagar verið hildnir í øllum bygdum í kommununi, og longu nú síggjast sjónlig úrslit av hesum.


Latið okkum seta
víðari út í kortið!

Hóast nógv er at fegnast um, so er tó framvegis langt á mál, og vit mugu tí áhaldandi seta okkum nýggj mál, so hvørt sum vit náa teimum málum, sum sett hava verið.

Eitt av økjunum, sum eg sjálvur haldi, at tíðin nú er búgvin at gera nakað ítøkiligt við, er tað grøna økið, sum liggur millum Gerðagøtu, Ósáveg og Biskupsstøðgøtu, ofta nevnt ’Lítla Eið’.

Her hava fleiri ferðir verið frammi ætlanir og enntá ítøkilig uppskot um at innrætta eina park á hesum sera áhugaverda og vakra lendi mitt í Klaksvík, sum Summarfestivalurin hevur skundað undir, at vit nú so smátt eru byrjað at brúka hetta økið.

Tíðin er komin at fara víðari her, og hugsi eg her m.a., at vit – tá ið Ósáin er vorðin rein – fáa skipað fyri, at tað kemur ein tjørn í økið, sum fer at skapa lív á staðnum.

Tað er ikki ov nógv sagt, sum gjørt verður í yvirskriftini, at hann er blivin ”Alt meira fríður – Klaksvíkar býur”, og vón mín skal vera, at tað skal eydnast okkum at seta skilagott víðari út í kortið við nýggjum verkætlanum, sum liva upp til slagorð okkara: ”Reinur og fríður – Klaksvíkar býur”.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri

Harleywoodpaint