Nú 2003 er við at renna út, ynski eg í stuttum at hugleiða um nakað av tí, sum rørist í Klaksvíkar Kommunu.
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um hetta árið var so hendingaríkt kortini, og hvat leggja vit í orðið hendingaríkt, jú her kunnu bæði takast støður fram, sum vórðu óhepnar fyri hetta samfelagið, og í fleiri førum vóru vit ikki harri yvir teimum.
Men latið okkum læra av tí óhepna og gleðast yvir tað, sum eydnaðist og var okkum til gagns.
Klaksvíkar Kommuna fjølgast
Klaksvíkar kommuna veksur alsamt, og her búleikast íðin og eldhugaði fólk.
Ein av grundleggjandi treytunum fyri, at kommunan fjølgast í fólkatalið, er ein støðug útvegan av grundøkjum til tey, sum antin longu hava søkt ella fara at søkja um grundøki til sethús.
Hetta leggur býráðið stóra orku í. Fyrst í árinum kundu 24 grundøkir undir Grashjalla seljast umsøkjarum, og vit halda nú áfram við víðari útstykking, so møguleiki verður komandi vár at selja 15 grundøkir Undir Grashjalla afturat.
Hetta loysir tíverri langtífrá tørvin, so býráðið má leggja enn størri orku í at útstykkja onnur øki til sethúsabygging. Hesum vilja vit arbeiða víðari við.
Komamdi ár fer felagið Domus undir alternativu sethúsabyggingina Undir Helnabrekku, og áhugin fyri hesi ætlan tykist vera stórur.
Barnansingartørvurin
Barnansingartørvurin í kommununi hevur verið tyngjandi, bæði fyri Býráðið og tey, sum hava tørv á ansing.
Her hevur býráðið arbeitt við og sett í verk loysnir, og tíbetur kunnu vit í dag siga, at hetta hevur hepnast væl. Trongsulin á bíðilistanum er ikki so ótolandi, sum fyri stuttari tíð síðan, tá bíðlistin var alsamt stórur.
Um stutta tíð verður útibarnagarður til 20 børn tikin í nýtslu í Haraldsundi. Hesin verður knýttur at Mylnuhúsinum.
Miðbýurin
Nýggja læknamiðstøðin í miðbýðnum er komin væl áleiðis og verður klár at taka í nýtslu í 2004.
Annars er byggisamtyktin fyri miðbýin endurskoðað við atliti til møguleikan at byggja íbúðir. Nýggja uppskotið er samtykt av býráðnum, og liggja nýggir og spennandi møguleikar í hesi broyttu ætlanini.
Nú Norðoyatunnilin gerst veruleiki, er týdningarmikið at vera tilreiðar. Tí er neyðugt, at miðbýurin verður bygdur sum skjótast, og her eru longu spennandi ætlanir í eygsjón.
Vegakervið
Vegakervið í kommununi er endurskoðað, og verður arbeitt miðvíst við at loysa trupulleikar í ferðsluni, bæði hjá teimum á hjóli og fólki til gongu.
Hóast langt er enn á mál, má sigast, at stórar broytingar eru framdar. Óneyðugt er at gera meira burtur úr rundkoyringini við posthúshornið hon hevur fingið nóg mikið av umrøðu men henda loysnin kennist sum ein stórur lætti.
Fegnast um vinnuna
Vit kunnu fegnast um tey framstig, vinnan hevur gjørt.
Millum góðu løturnar á hesum øki man løtan, tá nýggi Skálaberg á fyrsta sinni kom til Klaksvíkar standa sum tann minniligasta í hesum árinum.
Við virðing fyri teirra dirvi og hegni ynskja vit øllum okkara vinnulívsfólki alt gott í komandi tíð.
Í løtuni liggur arbeiðið upp á nýggju ídnaðarhavnina í Ánum stilt, tí bíðað verður eftir gróti úr Norðoyatunlinum, ið sum kunnugt er seinkaður nakað av ymiskum orsøkum. Hetta er spell, og vón mín er, at ein skjót loysn verður funnin, so gongd kann koma á aftur hesa verkætlan.
Eitt ørindi í rámandi yrking frá 1954 hjá Marius Johannesen sála
tekur soleiðis til:
So er lagið í Klaksvík hvønn einasta dag,
Alt ber boð um dirvi og dáð,
Alt ber boð um tann brennandi virkishug,
sum í kvinnum og monnum lá,
Og hon veksur, sum dagurin líður,
Meðan vágurin blikar so blíður,
sum ein spegil, har Klakkur í ótald ár,
hevur speglað sær, reinur og fríður.
Við hesum vil eg ynskja øllum borgarum og vitjandi eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




