Árið 2002 er við at renna út, og harvið eru eisini tvey ár liðin, síðan eg tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.
Tá ið vit so hyggja eftir gongdini í hesum farna ári, er áhugavert hjá borgarunum í Klaksvíkar Kommunu at fáa staðfest, hvat teir fáa fyri peningin, sum goldin verður í kommunuskatti, og at hesin peningur ikki verður oyðslaður burtur til ónyttu.
Tí hesa frágreiðing í stuttum um farna árið.
Nógvur kavi
Byrjanin av árinum var merktur av nógvum kava, og vegadeild kommununnar gjørdi sítt ítarsta fyri at rudda vegirnar, so fólk kundu sleppa frá húsum, og vinnulívið kundi fáa umstøður.
Eg kann t.d. nevna, at í stóra kavanum ruddaði vegadeildin umleið 300.000 rúmmettrar av kava. Hetta er umleið sama nøgd, sum fer at koma úr helvtini av undirsjóvartunlinum. Henda kavarudding kostaði okkum nógv meir enn vanligt, men hetta hildu vit verða neyðugt.
Svimjihøllin
Í summar var fyrsta byggistig av svimjihøllini liðugt, og vit eru sera væl nøgd við hetta arbeiðið. Høllin hevur fingið eitt nýtt skap og tekur seg væl út. Innan er hon hugnalig, og ljóðviðurskiftini eru so nógv batnaði, at hetta kundi ikki verið sama høllin.
Vónandi fara fólk at brúka høllina enn meir enn fyrr.
Undir Grashjalla
Í heyst var fyrsti partur av sethúsaútstykkingini Undir Grashjalla liðug, og hugaligt er at síggja, at tey longu eru farin at byggja á økinum.
Oman Reyðhús/
Klaksvíkskákið.
Fyrsta byggistig av vegnum Oman Reyðhús/ Klaksvíkskákið byrjaði í ár, og arbeitt verður soleiðis, at í nærmastu framtíð verður møguleiki at byggja sethus omanfyri vegin.
Seinni er ætlanin at halda fram at gera Klaksvíkskákið, men hetta er ein størri ætlan, og hús, sum standa á veglinjuni, skulu takast niður.
Túvuvegur
Sáttmáli er gjørdur við arbeiðstakara um liðugtgerð av Túvuvegnum.Arbeiðið er byrjað og væntast liðugt til várs.
Givið er, at tað eru fleiri eldri vegastrekki, sum liggja hálvgjørd og í ringum standi, her kann t.d. nevnast vegastrekkið í Garðinum, sum hevur verið ótolandi í mong ár. Ætlanin er at fáa hetta gjørt skjótast gjørligt.
Gongubreytirnar
– arbeiðið byrjað.
Sum áður nevnt, samtykti býráðið í fjør at seta av pening til eitt serstakt lið at taka sær av gongubreytunum í kommununi.
Fyrst í árinum fór hetta arbeiðið í gongd, og sigast má, at vit longu síggja úrslit av hesum átaki.
Árnafjørður.
Vegaarbeiðið í Árnafirði helt fram í ár, og er vegurin nú asfalteraður. Arbeiði heldur fram í komandi ári.
Somuleiðis er arbeiðið at víðka kirkjugarðin í Árnafirði farið í gongd í ár.
Vatnveitingin.
Í ár varð tann seinni vatnbrunnurin norðuri við Ánagjógv liðugt bygdur og tikin í nýtslu. Hesin brunnur rúmar 1800 tons av vatni.
Eisini hava vit í ár lagt eina 700 metrar langa vatnleiðing frá Neytadali til reinsiverkið Niðan Horn.
Við hesum eru brunnarnir og reinsiverkini við Ánagjógv og Niðan Horn fult útbygd og framleiðia íalt 360 rúmmetrar um minuttin.
Nýggjar vatnleiðingar eru eisini lagdar kring um í býnum.
Norðoyri fingið
sóttreinsað vatn.
Mikudagin í hesi vikuni varð fyri fyrstu ferð skrúvað upp fyri sóttreinsaðum vatni til íbúgvarnar á Norðoyri.
Eftir ætlan skuldi henda vatnleiðing fylgja gerðini av nýggja vegnum út á Oyrar, men tá hetta dróg ov nógv út, varð avgjørt at gera vatnveitingina lidna beinanvegin, og tað arbeiðið varð so liðugt í hesi vikuni.
Nú eru Árnafjørður, Ánirnar og nøkur fá hús í Klaksvík eftir at fáa sóttreinsað vatn.
Ídnaðarhavn
í Ánunum.
Breið semja er í býráðnum um, at útbyggingarnar av Klaksvíkar Havn ta næstu tíðina skulu fara fram norðuri í Ánunum.
Hetta økið, sum liggur norðan fyri gamla ruskplássið har norðuri, verður mett at vera sera veðurgott og er væl egnað sum havn til størri skip, sum í dag kanska hava trupult við at koma inn á sjálva Klaksvíkina.
Fyrst í komandi ári verður spunsveggurin (kai-kanturin) boðin út.
Annars kann skoytast uppí, at umvælingarnar av Stórukai loksins blivu lidnar í ár.
Arbeitt verður framhaldandi við at skapa vinnuni so góðar karmar, sum tilber.
Byggi- og
býarskipan.
Í sambandi við komandi fasta vegasammbandið hevur býráðið gjørt av at endurskoða byggi- og býarskipanina, tí greitt er, at nýggja vegasambandið verður ein kollvelting fyri býin.
Býráðið hevur samtykt at endurskoða byggisamtyktina fyri kommununa. Hetta arbeiðið fer í gongd í næstum.
Fyri stuttum varð heitt á ráðgevandi felagið Rambøll Nyvig um at dagføra kommunala vegakervið, og verður roknað við einum úrsliti av hesum fyrst í komandi ári.
Nýggjur
sløkkiliðsbilur.
Ein av týðandi tænastunum fyri trygdina í kommunu okkara verður veitt av væl virkandi sløkkiliðnum, sum javnan má dagførast samsvarandi krøvunum.
Seinasta átakið er ein nýggjur sløkkiliðsbilur, sum kom til Klaksvíkar í hesum mánaðinum. Umframt at betra um trygdina hjá borgarunum er hesin bilurin eisini keyptur við atliti til trygdina í ætlaða Norðoyatunnlinum.
Skúlaøkið.
Stóra byggivirksemið í samfelagnum førdi m.a. við sær í ár, at umvælingararbeiðið av Skúlanum á Ziskatrøð ikki gekk eftir vil. Neyðugt verður tí at tryggja, at arbeiðið í komandi ári verður framt sambært ætlan.
Samstundis verður í løtuni arbeitt við at fyrireika eina útbygging av Skúlanum við Ósánna.
Serskúlin hevur í mong ár havt trongar umstøður. Hetta mál verður í løtuni viðgjørt av mentunarnevndini, men enn er ilt at siga, hvør loysn verður funnin.
Umvælingar eru gjørdar á Vevskúlanum.
Onnur arbeiði.
Sera nógv gøtuljós eru sett upp ymsastaðni í býnum í ár. Millum annað á Geilini, í Selheygsgøtu, Brekkuskákið, Skúlaveg, Ziskagøtu og í Sornhúsgøtu. Hildið verður fram við hesum í komandi ári.
Nýggjar kloakkir eru gjørdar ymsastaðni í býnum.
Vegna nógvu ferðsluna við Posthúshornið seinnu mongu árini hevur býráðið samtykt at leggja eina rundkoyring har. Fyrireikandi arbeiðið er gjørt í ár, og fyrst í komandi ári verður arbeiðið bjóðað út.
Standmynd
av Kjølbro.
Ein tann størsta hátíðarløtan í kommunu okkara í ár var tann 26. mai, tá nýggja standmyndin av okkara framúr vinnu- og framburðsmanni, J. F. Kjølbro, varð avdúkað.
Standmyndin er søgulig, við tað at hon er tann fyrsta persónsstandmyndin, sum reist verður í býi okkara.
Somuleiðis er plássið á Biskupsstøð, har hon stendur, eitt prýði fyri bý okkara.
Sambýli og
eldraíbúðir.
Sambýlið undir Kráarbrekku er nú liðugt bygd og verður tikið í nýtslu fyrst í nærmastu framtíð. Har verður pláss fyri íalt 16 búfólkum.
Hetta er fyrsti partur av stóru undangonguverkætlanini undir Kráarbrekku, sum eisini fevnir um 24 eldraíbúðir. Hesar lata upp seinni.
Barnaansingin.
Við upplatingini av útibarnagarðinum Fjallafípuni úti í Grøv varð talið av ansingarplássum økt við 40.
Frítíðarskúlin Sodnhús, sum er knýttur at Mylnuhúsinum, flutti fyri stuttum í nýggj størri hølir við Bøgøtu, og tykist hetta at vera ein sera góð loysn.
Hóast bíðilistin er sera nógv minkaður, er framvegis tørvur á fleiri ansingarplássum, og arbeiðir sosiala nevnd tí framhaldandi við hesum máli.
Í løtuni verður arbeitt við at økja Fjallafípuna við 20 plássum. Hetta verður liðugt til várs.
Nýggjar
avbjóðingar.
Sum øllum kunnugt stendur Klaksvíkin í dag frammanfyri síni kanska størstu avbjóðing nakrantíð, nú farið verður undir at gera fast vegasamband inn á meginøkið. Hesar avbjóðingar tekur býráðið í størsta álvara.
Umráðandi er, at vit øll, sum standa við ábyrgd í lokalsamfelag okkara hvør í sínum lagi og í felagsskapi fyrireika býin til broyttu umstøðurnar.
Sjálvandi er eitt og annað, sum ikki kemur við í hesa stuttu frágreiðing, men er tað mín vón at geva borgarunum eitt innlit í tað, sum býráðið arbeiðir við, og sum vit vónandi koma longur á leið við í komandi ári.
Við ynskjum um eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




