Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Ein jólaheilsan

John William Joensen

Nú árið 2005 er við at renna út, kunnu vit bert staðfesta hvussu skjótt tíðin rennur, og tá so er, hava vit eisini fyri neyðini at steðga á og gera upp við okkum sjálvi og hugsa, hvussu hetta árið nú royndist.

Klaksvikar Kommuna er nógv í eldinum og tað eru sera stórar uppgávur at loysa. og hetta verður støðugt gjørt, fyri at hvør einstakur borgari skal kunna trívast í kommununi, hvar enn tey búleikast her í økinum.
Roynt verður av øllum alvi at gera umstøðurnar á vinnu-, mentanar- og sosiala økinum
so góðar sum tilber, og í komandi árið verða stórar verkætlanir førdar út í lívið.
Tað er sera týdningarmikið, at vit øll í lokalsamfelagnum í felag eru um at skorða undir allan framburð, so hetta lokalsamfelag framvegis verður tað besta í Føroyum.
Men nú tað stundar til jóla, fara flestu okkara at lata tað dagliga strevið liggja eina løtu, meðan vit njóta friðin, sum jólini standa fyri.
Aftur í ár eru tað mong sum sita í sorg og stórum sakni, tí tað eru tey av okkara kæru, sum ikki eru ímillum okkum longur. Tankar mínir leita til tykkum við bøn um Harrans troyst og styrki í komandi tíð.
Mong hava eisini verið plágað av sjúku og harvið eru farin ígjøgnum harðar royndir. Í øllum hesum hevur tað materialistiska so lítlan týdning.
Vit vita flestøll av royndum, at tað er misjavnt, hvussu tað gongst hjá okkum øllum, og lagnuni eru vit sum kunnugt ikki harrar yvir. Men í øllum hesum er tað okkum gott í takksemi at líta aftur á tað og soleiðis finna styrki og nýtt áræði at taka við avbjóðingunum í tí komandi.
Við hesum fáu orðum vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri alt gott í tí farna.

Harrin signi land
og fólk okkara,
burturi og heima.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri