Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar

(Hannefía Joensen)

Nú tað stundar til Norðoyastevnu, er øllum greitt, at
summarið er komið.

Mai mánaði hevur verið ein tann besti til veður, sum eg veit um, og náttúra okkara læt seg skjótari enn áður í besta summarbúna.

Saman við summarvøkstrinum og flytifuglunum setir eisini summarítróttin nú dám á dagliga lívið.

Við nýggja ferðasambandinum upplivir Klaksvík sum býur í løtuni eitt annað slag av vári við nýggjum møguleikum, framburði og vøkstri á fleiri økjum.

Søguliga er Klaksvík eitt siðvant og sterkt undangonguøki, og nýggju avbjóðingarnar gera, at Klaksvík í dag, kanska meir enn nakrantíð, hevur tørv á og dúvar uppá virkisfýsni og dugnaskap hjá okkara oddafólkum á teimum ymisku økjunum.

Við so mongum virkisfúsum fólkum, bæði vinnuliga og mentanarliga, eigur Klaksvík eina bjarta framtíð.

Vit ynskja at skapa trivna fyri okkara borgarar og framburð til økið okkara – summar verkætlanir eru framdar, og aðrar spennandi ætlanir standa fyri framman.

Inniliga vón og ynski mítt sum borgarstjóri er, at ætlanirnar um framtøk skulu fáa blíðan byr, og vil eg vegna býráðið ynskja øllum, sum virka við í hesum átøkum, alla eydnu við teirra virksemi.

Sum á so mongum øðrum økjum er tørvur á, at tað á tí kommunala økinum verður lyft í felag.
Tann tilgongdin er ávegis, har málið er at samansjóða Norðoyggjar til ein enn dyggari leiklut í framtíðini, har allir partar lyfta í felag, soleiðis at Norðoyggjar eisini í komandi tíðum fara at verða ein lokalur kraftmiðdepil – eitt lokalsamfelag við framburði og trivnaði í hásæti.

– – –

Sum vant verður fyrsta skotið til FM-kappróðurin latið av á Norðoyastevnu, og spenningurin er tí stórur um, hvussu tað fer at gangast, nú fyrsti FM-róðurin skal rógvast.

Her er lokala støðan tann, at Klaksvíkar Róðrarfelag í løtuni ikki ríður á aldukambinum, men samstundis kunnu vit fegnast um, at bæði í Árnafjarðar Róðrarfelag og í Norðdepils/Hvannsunds Róðrarfelag er betur statt, og eg ynski tykkum eitt gott kappingarár við vónandi fleiri sigrum.

– – –

Eg ynski vegna Klaksvíkar bý at bjóða norðoyingum og gestum øllum at vera hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu 2008 !!