Hóast vit hugsa, at fólk eru mettaði við stevnum og festivalum o.ø., er altíð nóg mikið eftir sum vit skulu náa, bæði trivnaðarliga og ikki minst innan tað vinnuliga.
Vit í Klaksvík brynja okkum út og bjóða framtíðini av, hetta hevur eyðkent okkum uttan undirsjóvatunnil, og so mikið meira, nú fasta sambandið við meginøkið við Norðoyatunlinum gerst veruleiki.
Útbygging er treytin fyri vøkstri
Vit fegnast um vinnulívið her í Kommununi har hjarta er fiskivinnan, og fegnast um hvørt eitt skip, sum stevnir inn á Klaksvík, og tað fløvar ikki minni tá skip sum hava fingið KG á bógvin stevna inn higar.
Kanska vit ikki hava megna at veitt alla tað tænastu ein slík vinna eigur at fáa, men við teim útbyggingum sum framdar eru seinastu tíðina, saman við stórstu havnautbyggingini nakrantið í Klaksvík sum er havnin í Ánunum eru góðir karmar skaptir til víðari útbygging av hesi vinnu. Havnin Ánunum verður besta havn í Føroyum har leggjast kann at í øllum veðri, við eini bryggju sum hevur 200 metrar atløgusíðu, eini rampu uppá góðar 30 metrar og dýpi er 12 metrar og í fyrstu atløgu eitt byggilendi á 20.000 ferðmetrar.
Tá henda verkætlan er liðug og virkisbygningar bygdir, fer tað at síggjast aftur í virkseminum í Kommununi, jú vit bjóða okkum fram sum mest nútímans fiskivinnuhøvuðstað og afturat hesi vinnu er ein mongd av tænastufyritøkum sum bjóða seg fram, hvør á sínum øki. og í kjalarvørrinum av hesum virksemi kemur mentanarlívið í býðnum, sum er við at seta trivnaðin í hásæti, jú, í Klaksvik er okkum gott at vera og "her er menning og nørandi gróður"
Nú liggur miðbýurin og bíðar eftir eini sera spennandi verkætlan og vónandi gongur ikki long tíð, til henda ætlan sær dagsins ljós.
Hetta vikuskiftið er Summar-Festiválurin 2005 á skránni og tøkk til tykum sum skipa fyri hesum tiltakinum, við vón um, at alt gongur sømiliga fyri seg og at hesir dagar verða á høgum tónleikastøði ynski eg vegna Klaksvíkar Býráð øllum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.




