Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Klaksvík ein spennandi staður

John William Joensen

Við so mongun virkisfúsum fólkum, bæði vinnuliga og mentanarliga, eigur Klaksvík eina bjarta framtíð.

Klaksvík bjóðar av.
Broytta ferðasambandið verður fyrst og fremst ein kollvelting fyri okkum hesu megin fjørðin.
Avbjóðing og stevnumið okkara er og verður at fyrireika okkum so væl til hetta nýggja sambandið, at árinið frá okkara lokaløkið – og tað, okkara lokaløkið hevur og fer at bjóða – skal fara at merkjast so langt sum tilber inn á meginøkið.
Hetta siðvanda undangonguøkið, sum í mansaldrar hevur bygt upp sín egna sterka samleika, skal nú eftir fáum árum saðla um á fleiri økjum, tí í 2006 verða vit á ein heilt nýggjan og áður óroyndan hátt partur av meginlandinum í Føroyum.

Er Klaksvík eitt lyklapláss ?
Á nógvum lyklaplássum í lokalsamfelag okkara hava fólk brotið upp um armar. Onkustaðni er nýggj kós sett út í kortið inn á nýggjar spennandi leiðir.
Ongar nýhugsanir koma av sær sjálvum – tær mugu skapast av menniskjum, sum vilja og evna at bróta upp úr nýggjum innan teirra yrki og áhuga.
Onkur hevur sagt, at fólk, sum ikki skara framúr, bara tosa um onnur fólk – tey, ið eru eitt sindur yvir miðal, tosa um hendingar, meðan tey, sum eru í fremstu røð, og sum skapa nakað í teirra samtíð, tosa um visiónir og framtíðarætlanir.
Sum so mangt annað her í verðini er hetta ein sannleiki við avmarkingum – uppgávurnar hjá fólki eru jú so ymiskar, og vit eru væl øll ein samanseting av øllum teimum trimum nevndu sløgum av fólki – men greitt er, at Klaksvík í dag, kanska meir enn nakrantíð, hevur tørv á og dúvar uppá virkisfýsni og dugnaskap hjá okkara oddafólkum á teimum ymisku økjunum.
Vit ynskja at skapa trivna fyri okkara borgarar og framburð til økið okkara – tí liggja stórar ætlanir fyri framman, men kappingin er hørð, og fyri summar tættir í samfelagnum verður hon enn harðari undir nýggju umstøðunum á samferðsluøkinum.

Býráðið er við at leggja lunnar
Sum býráð kunnu vit í fleiri førum vera við til at ávirka partar av teimum málum, ið leika á – einamest við leggja lunnar fyri tí virksemi, sum er.
Tá tað er gjørt, vónandi nóg væl, situr politiska leiðslan spent og fylgir við, hvussu leikur fer á teimum ymisku økjunum.
Inniliga vón og ynski mítt sum borgarstjóri er, at ætlanirnar um framtøk skulu fáa blíðan byr, og vil eg vegna býráðið ynskja øllum, sum virka við í hesum átøkum, alla eydnu við teirra virksemi.
Sum á so mongum øðrum økjum er tørvur á, at tað á tí kommunala økinum verður lyft í felag.
Her er hend tann broyting, at Klaksvíkar og Mikladals kommuna løgdu saman í eina kommunu 1. januar 2005
Gamaní er hetta ikki nøkur stór og kollveltandi broyting, men vónin er, at hetta er byrjanin til eina samansjóðing av Norðoyggjum til ein enn dyggari leiklut í framtíðini, har allir partar lyfta í felag, soleiðis at Norðoyggjar eisini í komandi tíðum fara at verða ein lokalur kraftmiðdepil – eitt lokalsamfelag við framburði og trivnaði í hásæti, og hvør veit um ikki partur av Eysturoynni eisini verður partur í hesi eind.

Góða Norðoyastevnu
Nú tað stundar til Norðoyastevnu, er øllum greitt, at summarið er komið. Hóast kalt hevur verið í veðrinum seinastu tíðina, forðar tað ikki sólini at koma hægri upp á himmalin og fáa tað at spretta og spíra. Saman við summarvøkstrinum og flytifuglunum setir eisini summarítróttin nú dám á dagliga lívið, og sum vant verður fyrsta skotið til FM-kappróðurin latið av á Norðoyastevnu.
Við eini fjølbroyttari norðoyastevnuskrá ynski eg vegna Klaksvíkar bý at bjóða norðoyingum og gestum øllum at verða hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Verið hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu 2005 !!