Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Norðoyggjar og Eysturoy brynja seg í samband við Norðoyatunnilin

John William Joensen

Nú eru bert mánaðir eftir, til fasta sambandið við undisjóvartunlinum millum Eysturoynna og stóran part av Norðoyggjum gerst veruleiki.

Á vinnuliga økinum fara longu stórar broytingar fram, har fyritøkur í báðum økjunum keypa seg inn í hvørja aðra og harvið styrkja seg í hørðu kappingini við miðstaðarøkið, og sjálvsagt er hetta sera mennandi fyri tey, sum virka í hesum fjølbroyttu vinnum. Onki kemur av sær sjálvum, her mugu lógvatøk takast, og marknaðarføring til, so at framgongdin kann gerast sjónlig.

Hvat hava vit at bjóða hvørjum øðrum.
Tað er eyðvita, at bæði Klaksvík, Leirvík, Fuglafjørður, Gøta og Runavík o.o. hava hvør í sínum lagi fjølbroytt mentanartilboð, og her ræður um at gera hetta so áhugavert og spennandi, at trivnaðurin her um leiðir eykast, og nýggjar leiðir verða gingnar.
Tað er at fegnast um, at leirvíkingar hava bygt snotuliga bowlinghøll, og eg ynski stigtakarunum og øllum leirvíkingum hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesum nýggja tiltaki.
Í Klaksvík verður dúgliga arbeitt við ymiskum ætlanum, og ein av hesum ætlanum verður sett í verk í nærmastu framtíð. Tað er nýggja virkishúsið fyri tey ungu undir 18 ár, sum fer at hava sítt virksemi í gomlu kommunulæknahúsunum. Á býráðsfundinum nú hóskvøldið verður leiðari settur, og hesin fer beinanvegin til verka við at leggja virsemið í húsinum tilrættis. Vónandi verður hetta eitt munandi íkast til trivnaðin hjá teimum ungu her um leiðir.

Økt samstarv um kommunumørk 
Nógv hevur verið samstarva um kommunumørk, men nú fasta sambandið gerst veruleiki, er tað nátúrligt, at hetta samstarv verður víðkað. Harafturat er neyðugt at standa saman um tær verandi funtiónir, sum vit hava í økinum. Her hugsi eg um miðnámsskúlarnar og aðrar skúlar í økinum, Klaksvíkar Sjúkrahús, mentanarhús og eisini teir fáu landsstovnar, sum eru í øki okkara, og sum eisini eru við til at skapa eitt grundarlag fyri trivnaði við kvalifiseraðum størvum.
Spennandi verður at síggja, hvørja ávirkan hetta nýggja sambandið fer at hava á øki okkara.
Tað er í øllum førum greitt, at Eysturoy og Norðoyggjar í mun til fólkatalið eru eitt tað sterkasta økið í landinum – vón og væntan mín er, at eitt økt samstarv skal gera økið enn sterkari og áhugavert at búleikast í.

Harleyfacadeacryl