Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: "Klaksvíkar Kommuna fer ikki yvir um ánna eftir vatni"

John William Joensen

Í samband við málið um heilsugóðan mat til skúlabørn fer Klaksvíkar Kommuna ikki at taka av tilboðnum um matpakka frá Landsjúkrahúsinum, tí tað er tað sama sum at fara yvir um ánna eftir vatni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.

Í seinastuni hevur verið kjakast um matpakkarnar hjá skúlanæmingum, og nú Landssjúkrahúsið í skrivi til allar kommunur í landinum hevur bjóðað seg fram at brúka sín yvirskotskapasitet til at framleiða matpakkar til landið alt, er rættiligt dik komið á orðaskiftið.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri upplýsir fyri Norðlýsinum, at kommunan, saman við skúlamyndugleikunum, arbeiðir við hesum málinum.
– Enn eru vit ikki komin eins langt og onkra aðrastaðni, men í løtuni verða møguleikarnir kannaðir fyri eini hóskandi lokalari skipan á hesum øki.
– Hetta er eitt mál, sum rakar fleiri ymisk viðurskifti, og tað krevur sínar fyrireikingar.
– Tó kann eg beinanvegin sláa fast, at Klaksvíkar Kommuna ikki fer at – Norðoyggjar eru væl fyri, tá tað snýr seg um bakarar og privatar køkar, sum eru fult førir fyri at framleiða heilsugóðar matpakkar, og harafturat er køkur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eins væl og á øðrum støðum her í økinum, sum kunnu koma upp á tal í hesum sambandi, um tað ikki er kappingaravlagandi.
– Sjukrahúsverkið er sjálvandi vælkomið við hollari vegleiðing og ráðgeving um heilsugóðan mat og matvanar, men tað er eitt rímiliga langt lop haðani og til at sjúkrahúsverkið sjálvt fer at gera matpakkar til allar Føroyar.