Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri – røða fyri KÍ á 100 ára stovningardegnum 24-08-2004: Fyri allar klaksvíkingar og allar norðingar er KÍ ”flaggskipið” á tí ítróttarliga økinum

John William Joensen

Røðan sum borgarstjórin helt á 100 ára føðingardegnum, týsdagin 25. august.

Á hesum 100-ára degi Klaksvíkar Ítróttarfelags er tað mær sum borgarstjóri ein heiður og ein gleði – vegna Klaksvíkar Býráð og borgararnar í kommununi – at bera fram eina heilsan.
Tá fremsta liðið hjá KÍ vinnur, skapir tað gleði og stoltleika millum fólkið her í økinum
Og norðingar hava sanniliga havt nakað at gleðast um, tí KÍ hevur í fleiri mansaldrar verið eitt av allar fremstu ítróttarfeløgum í landinum.
KÍ var millum fyrstu feløgini, ið fóru út í Evropa at leika fótbólt, bæði á manssíðuni og á kvinnusíðuni hesi seinnu árini, og somuleiðis hevur Stjørnan luttikið í altjóða hondbóltskappingum.
KÍ hevur eisini fostrað teir fótbóltsleikararnar, sum higartil hava verið teir mest eyðsýndu í útlondum sum professionellir.
Í dag er KÍ ein risi í føroyskum ítrótti – bæði innan kvinnu- og mans-fótbólt og nú eisini kvinnuhondbólt, har Stjørnan eftirhondini er blivið flaggskipið hjá okkum vetrarhálvuna.
Tað munnu vera fá hús her í økinum, sum ikki á ein ella annan hátt hava eitt ella annað samband við KÍ og við Stjørnuna.
Tað er sjón fyri søgn, at KÍ – serstakliga hesa seinastu tíðina – hevur tikið nøkur týðandi stig fram ímóti gerast eitt nútímans fótbóltsfelag, sum lýkur øll krøv og treytir fyri at kunna luttaka í altjóða fótbólti.
Hesi átøk hava longu sett sín positiva dám á bæði lívið og á úrslit hjá felagnum, og eg eri púra vísur í, at KÍ framyvir í enn størri mun fer at heysta fruktirnar av hesum arbeiði.
Vit standa í dag í einum tí snotuligasta felagshølinum, sum nakað føroyskt ítróttarfelag eigur. Ein íløga, sum ikki bara kemur KÍ og Stjørnuni tilgóðar men so sanniliga eisini øllum lokalsamfelagnum.
Norðan fyri fótbóltsvøllin stendur í dag eitt áskoðaraskýli.
Eisini her hevði KÍ ein virknan leiklut saman við øðrum góðum lokalum kreftum.
Í sama skýli hevur felagið júst útvegað sær eitt ljóðannlegg, og yviri í eystara enda av vøllinum sæst eitt spildurnýtt stadion-ur.
Jú, positiva gongdin er púra greið: KÍ arbeiðir miðvíst við at betra og nútímansgera umstøðurnar.
Eisini sosialt, ítróttarliga, umsitingarliga og bygnaðarliga hevur KÍ lagt týðandi lunnar undir eina framtíðar menning av felagnum.
Ítróttarliga tók KÍ miðskeiðis í níti-árunum eitt djarvt stig, tá tað setti ein ungdómsvenjara í starv, og hetta hevur lønað seg, tí hesin hevur – saman við øðrum góðum fólki – bygt upp grundarlagið fyri at lyfta alla ungdómsvenjingina upp á eitt hægri støði.
Men sjálvandi verður einki slíkt avrik gjørt av nøkrum einsamøllum persóni, og KÍ hevur eisini eitt stórt tal av sjálvbodnum venjarum.
Hesir persónar taka sær av 100-tals av okkara børnum og ungu – túsund takk fyri tað!
Fyri at alt hetta skal fáast at virka, krevst ein leiðsla, ein greiður bygnaður og ein umsiting, sum setur út í kortið, setir í verk, skrásetir, og samskipar hetta stóra felagið KÍ og tess virksemi.
Hetta arbeiðið er mangan møðsamt og til tíðir eisini ótakksamt – tí slíkt arbeiði fær tíverri ikki altíð ta virðing, ið tað hevur uppiborið.
KÍ-leiðslan tykist at hava spennandi visiónir og ætlanir fyri Føroya næst elsta ítróttarfelag.
Ein sjónlig staðfesting av hesum er t.d., hvussu KÍ í ár hevur hátíðarhildið hetta merkisárið við fleiri væl eydnaðum tiltøkum. Tey eru somikið mong, at tað ber illa til at taka nakað burturúr.
Úrslitini í teimum ymisku deildunum eru eisini byrjaði at staðfesta ta mennandi arbeiðið, sum fari er fram í felagnum – ikki minst á hondbóltssíðuni og á kvinnusíðuni, bæði til hond- og fótbólt, men eisini generelt innan fótbóltin eru positivir ringar byrjaðir at breiða seg.
Hetta fegnast vit um !
Tað er soleiðis í so mongum lívsins viðurskiftum, at tað er viljin (ella hugburðurin), ið drívur verkið.
Tað hevur týdning í einum øki sum okkara at hava undangongufólk, sum vísa í verki, at tey megna at náa teimum málum, tey seta sær, soleiðis at hini í lokalsamfelagnum kunnu seta sær tað sama fyri – hvør á sínum øki.

Liðítróttin lærir eisini ungdómin
* at vera saman við øðrum
* at leggja seg sjálvan undir eina leiðslu, og
* at vera loyalur ímóti hinum í felagsskapinum
Ikki minst hevur ítrótturin (og harvið eisini KÍ) ta góðu ávirkan á ungdóm, at hann brúka sínar kreftir til nakað mennandi og spennandi heldur enn at ganga fyri einki og kanska fáa ringar vanar.
Men einki KÍ uttan lokalt samanhald, samleika og stuðul – og vón mín skal vera á hesum 100 ára degi Klaksvíkar Ítróttarfelags, at tey komandi árini skulu vera merkt av, at í Klaksvík og í Norðoyggjum standa vit saman um okkara størsta ítróttarfelag.
Vón mín er eisini, at KÍ í komandi tíðum skal náa teir leikligu tindarnar, sum glæsiliga søga felagsins ber boð um.
Hjartaliga tillukku á 100 ára stovningardegnum !!

Harleyfacadeacryl