Enn einaferð er tað eydnast tær (Steintór) saman við øðrum góðum kreftum at slóðað inn á áður ótráddar leiðir her í Klaksvík, segði borgarstjórin í setanarrøðuni til Summarfestivalin 2004
Setanarrøðan hjá Borgarstjóranum:
Góðu festival-gestir, bæði tit, sum búgva her, og tit vitjandi, ið hava leitað hendanvegin.
Góðu tónleikarar og sangarar.
Góðu fyriskiparar.
Tað er mær sum borgarstjóri ein sonn frøi og ein stórur heiður vegna býráðið at fáa høvið at seta hendan Summar Festivalin 2004. Hesin festivalur, sum er tann allar fyrsti nakrantíð í Klaksvík, og sum vit vóna verður so væl eydnaður, at hetta er byrjanin til ein fastan aftur-vendandi tátt her í býnum.
Vit, ið hava okkara dagligu gongd her í næst størsta býi okkara, eru ógvuliga fegin um at kunna bjóða heimstað okkara fram sum karm um Summar Festivalin, og eg vil vegna býráðið og býin bjóða tykkum øllum, ið hava lagt leiðina hendanvegin, og teimum, sum koma afturat, hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.
Ofta verður havt á munni, at føroyingar vísa eitt serligt gestablídni ímóti teimum, ið vitja, og tá Bernhard Brim sáli á sinni skrivaði Klaksvíkssangin, mundi hann meta fólkið her á staðnum at liva upp til hetta góða umdømi, tí í einum ørindi skrivar hann um, hvussu stuttligt tað er her á stevnum, her ið blíðskapurin aldri sveik.
Vón mín, at tað skal eydnast okkum at liva upp til hetta ørindið í Klaksvíkssanginum, soleiðis at allir gestir kunnu kenna seg væl hesar hátíðardagar.
Mangt bendir á, at tónleikurin í løtuni ger nøkur skarvslop her í Føroyum í øllum førum tá tað snýr seg um tónleikastevnur ella festivalar, sum fyri bert fáum árum síðan vóru næstan ókend fyribrigdi her heima.
Eisini á hesum øki eru vit so heppin at hava nøkur skapandi og viljasterk menniskju her í lokalsamfelagnum, sum enn einaferð hava brotið upp úr nýggjum, og tað eru vit teimum hjartaliga takksom fyri.
Um eitt so stórt og forkunnugt tiltak skal eydnast, mugu nógvir heilar og hendur arbeiða í felag og taka lógvatak, og tað hava tit, sum standa fyri hesum stóra tiltaki, enn einaferð víst vilja til vit ynskja tykkum bestu eydnu.
Hetta er sjálvandi fyrst og fremst ein liðuppgáva, men eg taki tó neyvan nakað frá hinum fyrireikarunum, sum allir gera eitt stórt arbeiði, um eg beri eina serliga heilsan til høvuðs stigtakaran og samskiparan, Steintór Rasmussen, sum ikki bara hesa ferð hevur megnað at skara framúr, men so mangan áður hevur latið úr hondum listarligar perlur, ið eru blivnar fólkaogn, ikki bara her í lokalsamfelagnum men kring alt landið og enntá út um landoddar-nar.
Eg fari at biðja Steintór um at koma upp higar at taka ímóti einari lítlari heilsan frá býráðnum sum ein viðurkenning fyri hansara ótroyttiliga arbeiðið innan mentanarlívið, sum hevur glett so mong av okkum.
Tað er ikki lítið tal av sangum, sum eru farnir av tínari hond beina leið inn í ta føroysku fólkasálina úr rúgvuni kundi eg nevnt sangir sum: *Føroyar, *Heimið, *Hundurin Brúni, *Hon er omma mín, *Grønir menn frá Pluto, *Kingoson, *Heimstaðið, *Hvítar flykrar, *Lívsmynd, *Lívsins leikur, *Rósa, *Bilurin hjá okkum, *Karin, *Flippan o.s.fr. o.s.fr.
– umframt alt møguligt annað, sum tú hevur verið við til at skapað her í samfelagnum.
Eg veit, at tú onkuntíð hevur hugsað tær at fingið umstøður til at arbeitt meira burturav við tí listarliga, og vit høvdu sanniliga eisini unt tær at fingið eina viðurkenning av tí slagnum. Tað hevur tú uppiborið.
Eina slíka fært tú ikki í hesum umfari kanska hon kemur einaferð men gloym tó ikki, at tann størsta viðurkenning, eitt skapandi menniskja kann fáa, er frá teimum, ið lesa, hoyra ella síggja tað, ein hevur framleitt.
Ta viðurkenningina hevur tú fingið í ríkiligt mát frá sjálvum Føroya fólki, tí fáur man sum tú hava skrivað so nógvar sangir, ið eru blivnir føroysk fólkaogn.
Góði Steintór.
Enn einaferð er tað eydnast tær saman við øðrum góðum kreftum at slóðað inn á áður ótráddar leiðir her í Klaksvík. Slíkt krevur stórt hugflog og ikki minst ein óbendandi vilja. Vónandi verður unt tær framhaldandi orka og íblástur, so tað verður, sum tú sjálvur hevur yrkt um lívið, at:
Lívið er mítt listarverk, eg máli jú hvønn dag. Um eg fylli 100 ár, ei liðugt verður tað.
Tillukku við hesum tiltakinum og góða eydnu …
Summar Festivalurin í Klaksvík er ongantíð royndur áður, og øll viðurskifti skulu tí roynast á fyrsta sinni. Eg veit, at fyrireikararnir gera sær stóran ómak, so vit øll skulu fáa nakrar góðar, hugnaligar og gevandi dagar, har tónleikur av ymiskum slag og uppruna fer at ljóða í býi okkara.
Vón og bøn mín er, at alt skal ganga væl, at góða veðrið heldur sær, og at øll vitjandi skulu fara heimaftur, eina góða uppliving ríkari.
Við hesum er Summar Festivalurin 2004 settur !!
Takk fyri.




