Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Størsti býur í Norðurøkinum bjóðar vælkomin á fyrstu summarstevnuna

John William Joensen

Fyri fyrstu ferð fara vit at uppliva eitt summar, har Klaksvík er partur av einum størri meginøki.

Eitt summar er á veg, har størsti býurin í Norðurøkinum hevur nógv
spennandi at bjóða av tiltøkum, stevnum og festivali, og sum fyrsta skotið á bulinum er Norðoyastevnan   hjartaliga  vælkomin!

Komandi vikuskiftið verður Norðoyastevna, og tá er øllum greitt, at summarið er komið. Hóast kalt í veðrinum seinastu tíðina, forðar tað ikki sólini at koma hægri upp á himmalin, nú fyrsta skotið til FM-kappróðurin, sum vant, verður latið av á Norðoyastevnu.
Við eini fjølbroyttari norðoyastevnuskrá ynski eg vegna Klaksvíkar bý at bjóða norðoyingum og gestum øllum at verða hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Ein býur við nógvum  tilboðum.
Vinnuliga er Klaksvík ein søguliga sterkur kraftardepil við serligum denti á fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi, eins væl og vinnum, sum veita tænastur til høvuðsvinnuna. Sum borgarstjóri her í kommununi eri eg teimum monnum og kvinnum ógvuliga takksamur, sum framhaldandi leggja rygg og orku til at varðveita og menna okkara vinnulív og harvið leggja grundarlagið fyri lívið, vinnu og trivnaði her í kommununi.
Her kundi eg nevnt fleiri øki, har kommunan arbeiðir við at útvega fleiri møguleikar og karmar fyri vinnuvirksemi, men eg skal í hesum føri bert taka fram Góðshavnina í Ánum, sum er ein tann størsta einstaka íløgan hjá kommununi, sum gjørd er. Við henni eru skaptir karmar um nýggjar møguleikar í góðum og rúmligum umstøðum fyri nýggjum virksemi, bæði hvat farma- og fiskiskipum viðvíkum og eisini uppi á landi á staðnum.

Fleiri bústaðar- og ansingarmøguleikar.
Klaksvíkar Kommuna hevur nógv at bjóða, bæði sínum egnu íbúgvum og teimum gestum, sum frá tíð til aðra leita hendanvegin.
Íbúðarmøguleikarnir gerast alsamt fleiri og fjølbroyttari í Klaksvíkar Kommunu.
Umframt vanligar sethúsaútstykkingar á ymiskum støðum í kommununi m.a. millum Hjalla, á Norðoyri og undir Fossum so verður eisini arbeitt við fleiri íbúðarbyggingum m.a. á Helnabrekku, í Ánum og á Norðoyri.
Saman við bústaðarmøguleikunum økjast eisini tilboðini um ansingarpláss til børnini. Í løtuni er byggingin av nýggjum barnagarði í gongd við Traðagøtu, samstundis sum nýggj høli til spælistovu fyri dagrøktina væntast útvegaði í næstum.

Handlar og matstovur.
Handilsliga hevur tað serliga hesa seinastu tíðina verið sjón fyri søgn, at nógv átøk og frambrot eru gjørd. Verandi handlar hava bygd um og út, meðan aðrir hava slept gomlu hølunum og eru fluttir í nýggjar bygningar.
Talan er um fleiri ymisk spennandi og nýskapandi frambrot m.a. Klingrugarður, har eitt nýtt og sera spennandi umhvørvi er skapt við fleiri handils- og vinnubygningum, sum har í felag hava møguleikan at draga fólk at sær og at Klaksvík sum heild.
Talið av handlum í Klaksvík er sera stórt, og hava hesir samanlagt sera nógv spennandi at bjóða. Líka frá tí gamla og framúr hugnaliga umhvørvinum úti í Klaksvík og allan vegin kring vágna finnast handlar í ymiskum støddum og sniðum, sum bjóða fram nógv góð og spennandi tilboð og tænastur. Og innast í víkini, við Sandin, verður í løtuni gjørt klárt til eina sera spennandi bygging, sum m.a. fer at fevna um eina stóra og áhugaverda handilsmiðstøð umframt aðrar fasilitetir, sum hoyra einum miðbýi til.

Nógvar frítíðarupplivingar.
Trivnaðarliga er eingin ivi um, at Klaksvík er tann staðurin uttan fyri høvuðsstaðin, sum hevur tey flestu tilboðini til familjuna og einstaklingin, bæði yngri og eldri. Tað letur seg ikki gera í hesi heilsan at nevna allar tættir Klaksvíkar á hesum øki, men eg kann tó tríva í onkur tilboð, sum her verða bjóðaði fram.
Svimjihøllin, sum er væl vitjað, verður í løtuni bygt um, soleiðis at hon beint eftir summarfríðina fer at kunna bjóða ta fyrstu stóru skreiðibreytina her á landi. Hon er veruliga verd eina vitjan.
Eitt tað besta, framkomna og hugnaliga bókasavnið í landinum er eisini at finna her í býnum.
Mentanarhúsið Atlantis, sum hýsir biografi, sjónleiki og øðrum framførslum í sera hugnaligum umstøðum, er eisini ein spennandi vitjanarmøguleiki.
Virkishúsið fyri Ung er nýliga latið upp. Her eru sera góðir møguleikar hjá børnum og ungum at fáast við síni áhugamál.
Í gamla handilsbygninginum úti í Klaksvík hevur tú møguleikan at støkka inn á gólvið í Føroya einastu bókakafé, Leikalund, sum eisini bjóðar upp á listaframsýningar og serstakar tónleikaframførslur.
Matstøðini, sum higartil hava verið heldur fá, tykjast eisini at nørast í tali fyri tíðina, soleiðis at Klaksvik nú kann bjóða upp á nakrar møguleikar á hesum øki ein gleðilig menning, sum kemur væl við, bæði hjá gestum og íbúgvum.
Eisini eru umstøðurnar hjá smá- og stuttleikabátum munandi bøttar inni á vágni við bátabrúgvarnar, har nýggj træbryggja við oljupumpum, el-veiting o.ø. eru til taks.

Nýggj ítróttarhøll og venjingarmiðstøð.
Eisini ítróttarliga verður sett út í kortið við útbyggingum og nýggjum møguleikum.
Í løtuni verður grivið út fyri eini nýggjari badmintonhøll, sum í næstum verður bygd á ítróttarøkinum. Henda fer uttan iva at geva pláss fyri eini størri menning enn higartil hevur verið møguligt hjá fleiri ítróttagreinum vegna ov trongar umstøður.
Hugaligt er eisini at staðfesta, at júst í hesi vikuni letur upp ein nýggj venjingarmiðstøð, Íðka, sum gevur nýggjar møguleikar fyri virknari likamsrøkt her í økinum. Hetta er eisini fult í tráð við útmeldingarnar frá okkara heilsumálaráðharra um, at vit sum fólk skulu røra okkum meira og harvið bøta um okkara heilsustøðu.

Lokalsjúkrahús fyri eitt størri øki.
Klaksvíkar Kommuna er eisini væl við, tá tað kemur til tey almennu tilboðini til bæði yngri og eldri eins væl og tey við serligum tørvi, har vit støðugt arbeiða við at menna og betra um.
Eitt væl virkandi sjúkrahús, sum við nýggju farleiðini fer at verða lokalsjúkrahús hjá einum væl størri parti av landinum enn higartil.
Ein nýmótans kommunulæknamiðstøð er fyri stuttum bygd við Sandin. Miðstøðin, sum telist millum tær best útgjørdu í landinum, er eitt sera gott grundarlag fyri at byggja upp eina góða tænastu til borgarar á heilsuøkinum.
Dagtilhaldið fyri Eldri verður so væl vitjað, sum ongantíð áður, soleiðis at tørvur nú er á útbygging. Ein sera positivur trupulleiki, sum býráðið nú arbeiðir við at loysa.
Samstundis verður arbeitt við at skipa eina miðstøð fyri eldri í kjallaranum undir Sambýlinum á Heygnum.

Ein spennandi skúlabýur.
Klaksvík hevur eisini nógv at bjóða innan skúlaøkið.
Umframt fólkaskúlarnar, sum báðir eru undir útbygging, eru fleiri spennandi skúlar, sum hava frálærumøguleikar at bjóða tí unga ættarliðnum í einum býarumhvørvi, sum samstundis gevur teimum møguleikar í frítíðini.
Hetta umhvørvið er vert at verja og menna, soleiðis at okkara uppvaksandi ættarlið ikki bara fær tann eina møguleikan men heldur fleiri at velja ímillum, tá hann skal til at velja sær útbúgvingarstað. Hetta ger land okkara ríkari og meira fjølbroytt.
Millum skúlarnar í Klaksvík kunnu nevnast Húsarhaldsskúli Føroya, Tekniski Skúlin í Klaksvík, Klaksvíkar HF-skeið, Klaksvíkar Sjómansskúli, Handarbeiðsskúli Føroya, Trygdarmiðstøðin fyri føroyskar sjómenn, Klaksvíkar Tónlistaskúli og Klaksvíkar Kvøldskúli, sum hevur eina fjølbroytta skrá av møguleikum, herundir m.a. tann søguliga Vevskúlan úti í Grøv.
Eg kundi hildið á at nevnt fleiri av tilboðunum og møguleikunum í Klaksvíkar Kommunu, men eg fari at lata tað liggja á hesum sinni.

Hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu!
Nú tað stundar til Norðoyastevnu, er øllum greitt, at summarið er komið. Hóast kalt hevur verið í veðrinum seinastu tíðina, forðar tað ikki sólini at koma hægri upp á himmalin og fáa tað at spretta og spíra. Saman við summarvøkstrinum og flytifuglunum setir eisini summarítróttin nú dám á dagliga lívið, og sum vant verður fyrsta skotið til FM-kappróðurin latið av á Norðoyastevnu.
Við eini fjølbroyttari norðoyastevnuskrá ynski eg vegna Klaksvíkar bý at bjóða norðoyingum og gestum øllum at verða hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Verið hjartaliga
vælkomin á Norðoyastevnu 2006!

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri