Eg ynski at takka fyri at fáa høvi at seta henda temadagin, sum Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri, segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri m.a., tá hann setti temadagin.
Skráin er fjølbroytt og vónandi fáa vit øll nakað burturúr.
Tilbúgving er eitt umfatandi fyribrigdi. Vit brúka eina øgiliga tíð at tilbúgva okkum í gerandisdegnum. Hugsa vit okkum um, so er stórur partur í lívið okkara ein tilbúgving og tað er lívsneyðugt í flestu førum.
Men tað eru nøkur ting, sum koma óvart á okkum, og vit kunnu bert slota okkum fram til, hvat kann henda, og í tí ljósinum eigur alt at verða gjørt fyri at fyribyrgja og at verða tilreiðar, tá ymiskt álvarsamt leikar á.
Vit sum búgva á einum plássi, har brattlendi er, og fiskivinnan er lívsgrundarlagið, eru kanska meir útsett fyri vanlukkum av slíkum slag enn á øðrum plássum.
Sum dømi um hetta kann eg nevna, at kommunan saman við øðrum tilbúgvingarmyndugleikum í býnum onkuntíð, t.d. tá nógvur skalvur hevur hingið á fjallatromunum, av trygdarávum hevur verið noydd at tikið stig til at heita á fólk um at fara úr húsum teirra.
Tá vit hugsa um vandar, sum lúra í brattlendi, so kunnu vit fara aftur til 18. sept. 2000, tá fleiri skriðulop vóru her um leiðir, og tað ógvusligasta hendi jú undir Kjølinum, sum tíbetur ikki kostaði mannalív, men voldi skaða fyri fleiri milliónir krónur.
Tann dagin, sum flestu her á staðnum minnast, tóku vit saman hendur um hetta.
Av tí at tríggjar av hesum skriðum vóru undir Kjølinum, vendu vit okkum til jarðfrøðissavnið og bóðu teir gera eina kanning av fjallasíðuni. Jarðfrøðisavnið hevur arbeitt við málinum og hevur eisini havt serfrøðingar at hjálpa sær.
Ein av fyrstu døgunum fyriliggur ein niðurstøða av kanningini, og vit síggja við spenningi fram til at frætta um niðurstøðurnar í henni.
Ætlan býráðsins er eitt nú í sambandi við at býráðið hevur gjørt av at taka alla byggisamtyktina fyri kommununa til viðgerðar at hyggja at øllum økjum í kommununi, sum eru útsett fyri vandum av slíkum slag.
Um kanningarnar vísa, at vandi eisini er í støðum, har fólk búgva, verður hetta beinanvegin tikið upp í samband við tilbúgvingarætlan kommununnar.
Her verður hugsa um bæði omanlop, skalvalop, skriður og kavaskriður.
Tá vit tala um tilbúgving, slepst ikki undan at umrøða sløkkiliðið. Uppgávan hjá Klaksvíkar Sløkkiliði, sum er ein sera væl virkandi og ódýr skipan hjá kommununi, er sjálvandi fyrst og fremst at sløkkja eldar, men liðið fæst eisini við onnur arbeiðir so sum: bjargingararbeiði á sjónum (bilur á sjógv), ferðsluvannlukkur, stormskaðar, halda bátar og skip lens, trygdararbeiði o.a.m..
Undir serligum umstøðum eru fólk og serliga maskinurnar hjá vegadeild kommununnar sum ein forlongdur armur hjá sløkkiliðnum.
Býráðið viðger í løtuni eitt tilmæli um at víðka arbeiðsøkið hjá sløkkiliðnum. Hetta fer óiva at føra til økt samstarv millum allar teir sjálvsagdu partarnar í einari vælvirkandi og breiðari tilbúgving í okkara parti av landinum.
Politistøðin hevur sín sjálvsagda leiklut, og kommunan hevur gott samstarv við løgregluna. Hetta sást tann 18. sept. 2000, tá teir ymisku ábyrgdarpersónarnir hjá kommununi og aðrir møttust á Politistøðini, har neyðugar avgerðir vóru tiknar av øllum í felag.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur stóran týdning fyri tryggleikan hjá fólkinum her í økinum, og tá Norðoyatunnilin er tikin í nýtslu, fer hesin tryggleikin at røkka enn longur í hesum partinum av landinum, tí tað verður eisini ógvuliga skjótt at hjá fólki hinumegin fjørð at koma til og frá Klaksvíkar Sjúkarhúsi.
At enda vil eg nevna bjargingarfelagið.
Tíbetur hava vit seinastu árini ikki havt nógv brúk fyri bjargingarliðnum, men vit hava sæð, at felagið er virki, tá ið á stendur. Tað er tí sera hugaligt at síggja og vera vitni til eina dagføring av Norðoya Bjargingarfelag, og vit eru vitandi um, at felagið arbeiðir við ætlanum, sum fara at bøta munandi um møguleikarnar fyri at hjálpa.
Hetta tiltakið, sum Norðoya Bjargingarfelag í góðum samstarvi við onnur skipar fyri, er enn ein sjónlig staðfesting av, at bjargingarfelagið vil og evnar at gera nakað við hetta serstaka, men fyri trygd okkara so týðandi øki, og vil eg takka tykkum øllum, sum hava hjálpt til við hesum, fyri tað.
Við hesum skal eg enn einaferð bjóða øllum og serstakliga borgarstjóranum í Ísafirði, Halldór Halldórsson hjartaliga vælkomnum til hendan temadagin, sum við hesum er settur.
Takk fyri.




