icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Tað kann ikki góðtakst at Dúgvan verður løgd

John William Joensen

Borgarstjórin, sum annars hesa vikuna er í farloyvi, sigur at hetta málið er eitt tekin um at landspolitikkarar bert sita og bíðja eftir undirsjóartunnlinum.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Norðlýsið at avgerin hjá Strandferðsluni um at leggja Dúgvuna og seta Sam og Ternuna at røkja Leirvíksfjarðarleiðina, sigur bara hvussu aftarlaga Leirvíksfjarðarleiðin er raðfest.
”Vit kunnu als ikki liva við at Dúgvan verðu løgd og at vit fáa eitt minni skip í staðin fyri.  Tað hevur eisini víst seg at Sam er als ikki egnaður til siglingina um Leirvíksfjørð og tí kunnu vit als ikki liva við at Dúgvan verður løgd.
Sum eg síggi málið í løtuni so er einasta loysn at norðoyatingmennirnir standa saman um at bera eitt uppskot niðan í tingið um meirjáttan til Strandfaraskip Landsins.”
Borgarstjórin segði seg sum sagt verða illa við av tíðindunum um at Dúgvan verður løgd, og metti hann hetta vera tekin um at landspolitikkararnir bert sita og bíða eftir undirsjóartunnlinum!.”