Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Tíðin rennur sum streymur í á

John William Joensen

Eitt hendingarríkt valskeið er runnið, og eg kann bert staðfesta, at hetta var best hóskandi yvirskrift, sum eg kundi seta, tí tíðin rennur við fúkandi ferð.

Klaksvíkar Kommuna fjølgast
Klaksvíkar kommuna veksur alsamt og her búleikast íðin og eldhugaði fólk. Ein hin størsta fyritreytin fyri  at kommunan fjølgast í fólkatalið er, at tað t.d. framhaldandi verður útvegað teimum grundøki til sethús. Hetta leggur býráðið stóra orku í. Í fjør kundu 24 grundøkir undir Grashjalla seljast umsøkjarum, og í ár hildu vit  áfram við víðari útstykking, so 15 grundøkir Undir Grashjalla komu afturat. Harafturat er útstykkingarætlan saman við spæliplássið gjørd úti á Norðoyri. Hetta loysir langtífrá tørvin, so býráðið má leggja meiri orku í at útstykkja onnur økir til sethús.
Í samband við alternativu íbúðarbygging undir Helnabrekku varð fyrireikingararbeiðið gjørt og boðið út , og sáttmáli varð undirskrivaður við SP/F Domus  um verkætlanina, og henda verkætlan er nú veruleiki, og áhugin fyri hesi ætlan tykist verða stórur.

Barnansingartørvurin
Barnansingartørvurin í kommununi hevur verið tyngjandi, bæði fyri býráðið og tey, sum hava tørv á ansing. Her hevur býráðið arbeitt við loysnum, og vit kunnu siga, at hetta hevur hepnast væl, stórt tal av ansingarplássum eru útvegaði og trongsilin er ikki so ótolandi sum fyri fáum árum síðan, tá bíðlistin var rættiliga langur. Tó er støðan framvegis als ikki nøktandi. Tí er neyðugt at fara undir bygging av nýggjum barnaansingarstovni, og fara fyrireikingar til hetta fram í løtuni, so byggjast kann í komandi ári.

Mikladals og Klaksvíkar Kommuna samanlagdar
Frá 1. januar 2005 verður Mikladals Kommuna og Klaksvíkar Kommuna lagdar saman. Hetta verður ein nýggj avbjóðing hjá komandi býráði, og longu nú hava vit sambært avtalu samstarvað í samband við asfaltering, bæði í Mikladali og á Trøllanesi, og sigast má at hetta hevur hepnast væl. Vónandi fara bygdirnar í framtíðini at fáa gleði av hesi samanlegging.

Árnafjørður
Nógv arbeiði er farið fram í Árnafirði, vegur er breiðkaður, skúlin er umvældur og arbeiðssáttmáli er gjørdur við arbeiðstakara um grevstur í samband við at veita sóttreinsað vatn til bygdina
Somuleiðis hevur býráðið í ár givið bygdarfelagnum í bygdini tilsøgn um stuðul til bygging av bygdarhúsinum, sum felagið og bygdin so leingi hava arbeitt fram ímóti. Vónandi fer tað at eydnast bygdarfelagnum at fremja hesa verkætlan, tí eitt slíkt hús fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri lívi og trivnaði í Árnafirði.
Fyri fyrstu ferð hevur Árnafjørður havt eina staðbundna nevnd, og hevur tað verið ein fragd sum formaður við sera góðum samstarvi limirnar í nevndini at fingið nakað av skafti.

Miðbýurin
Nýggja læknamiðstøðin í miðbýnum er komin væl áleiðis og verður klár at taka í nýtslu í nærmastu framtíð. Hetta verður ein munandi broyting fyri øll, sum eru knýtt at hesum. Samstundis forðar hetta fyri eini umbering at søkja kommunulæknastarv í Norðoyggjum.
Annars er byggisamtyktin fyri miðbýin endurskoðað við atliti til nýggjar møguleikar.
Nýggja uppskotið er samtykt av býráðnum, og í hesari ætlan liggja nýggir og spennandi møguleikar.
Nú Norðoyatunnilin gerst veruleiki, er týdningarmikið at vera tilreiðar. Tí er neyðugt, at miðbýurin verður bygdur sum skjótast, og á hesum øki, sum nú verður útfylt við tunnilsgróti, liggja spennandi ætlanir, sum Klaksvíkar Kommuna eisini er partur av. Tað hevur stóran týdnig fyri okkum, at verkætlanirnar verða framdar skjótast gjørligt, so hetta økið ikki liggur ónýtt eins og t.d ídnaðarøkið við Borðoyavík lá í mong ár.

Ongantíð gjørt so nógv við vegakervið
Vegakervið í kommununi er endurskoðað, og arbeitt verður miðvíst við at loysa trupulleikar í ferðsluni bæði hjá teimum á hjóli og til gongu, og sigast má, at her eru ongantíð so stórar broytingar og betringar framdar, hóast langt er á mál.
Óneyðugt er at nevna rundkoyringina, sum hevur fingið nóg mikið av umrøðu, men henda  loysnin kennist sum ein stórur lætti, og tað er ein frøi at síggja, hvussu væl ferðslan nú gongur har. Vit fara í næstum at bøta um inn og útkoyringina, so tað verður enn smidligari . 

Fegnast um vinnu
Spell at arbeiðið við ídnaðarhavnini í Ánunum hevur  drigið so nógv út, men nú  verður arbeitt av við fullari kraft, grót verður ført úr Leirvík, og nú verður spunsveggur gjørdur. Vónandi verður hetta ein framtíðar havn, har stórt virksemi er knýtt at. Har verða eisini møguleikar fyri  fleiri stórum bygningum.
Arbeitt verður somuleiðis við nýggjari útstykking til smáídna á øðrum støðum í kommununi.

Fólkaskúlarnir
Umvælingin av Skúlanum á Ziskatrøð hevur verið støðugt framd, og stór broyting til tað betra er gjørd seinastu árini.
Harafturat eru fyrireikingarnar til útbygging av Skúlanum við Ósánna byrjaðar. nýggja uppskotið leggur upp til ein nærum nýggjan skúla. Henda ætlan er viðgjørd í býráðnum fyri kortum, og samtykt er at arbeiða víðari við hesi ætlan.

Mentanarlívið
Nógv mentanartiltøk hava verið í ár, og tað, sum stendur klárast fyri okkum, er tann væl eydnaði Summarfestivalurin, sum setti Klaksvík í miðdepil. Hetta er mest vitjaða mentanartiltak nakrantíð í Klaksvík.
Harafturat vóru mong ymisk tiltøk, bæði fyri børnum og vaksnum.
Ein hjartans tøkk til fyrireikararnar av øllum hesum.

Eldraøkið
Hóast eldraøkið er fyrst og fremst ein landsuppgáva, hevur Klaksvíkar býráð tikið um hetta økið, og nógv er gjørt til at bøta um henda stóra tørv. Her kann nevnast Sambýlið og eldraíbúðirnar Undir Kráarbrekku, serflutningsbussurin sum veitir teimum sum ikki eru so fótfim, munandi hjálp við flutningi.

Fíggjarstøðan
Við at hyggja at fíggjarstøðuni hjá Klaksvíkar Kommunu kunnu vit staðfesta, at lánibyrðan fyri fyrstu ferð í mong ár er komin væl niður um eina álíkning, og við árslok er skuldin komin niður á uml. 60 mill. kr.
Men skulu nógvar nýggjar verkætlanir setast í verk í næstum, verður neyðugt at finna figgingarmøguleikar til hesar, tí fíggjarkarmur okkara rúmar ikki ógvusligum verkætlanum.
Tað var nógv sum vit ikki náddu í hesi setuni. Tí er umráðandi at  halda fram móti málinum, so vit kunnu røkka enn longur.
Um eg fái undirtøku, eri eg tilreiðar at halda fram í hesum arbeiði komandi valskeið.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri