Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen býráðslimur, skrivar : Gott, at fleiri enn klaksvikingar gera íløgur til virksemið í Klaksvík

John William Joensen

Okkurt er at gleðast um, hóast dimm skýggj forða mongum í at gera íløgur til nýggja vinnu, ella endurreisa vinnu, sum í mánaðir hevur ligið still, er ein glotti í allari óvissuni.

Alivinnan blómar í hesum tíðum sum ongantíð fyrr, og vit í Klaksvík fegnast um, at stórt virksemið er í býðnum av hesi vinnu. Hetta er ikki so áhugavert hjá fjølmiðlunum at tosa ella skriva um, hetta eru jú positiv tíðindi, og tí kanska ikki so spennandi fjølmiðlatilfar.

11000 tons av laksi gjøgnum Kryvjing í Klaksvík.
Tað hevur verið ógvuliga nógv virksemið á Kryvjing í ár og mær er sagt, at heili 11000 tons av laksi fara til slaktingar ígjøgum virkið í Klaksvík í ár, hetta er næstan líka nógv, sum tá Kósavirkið tók móti tí mesta av ráðfiski árliga. Sjálvandi skuldu meir arbeiðsfólk til at hagreiða 11000 tons av upsa, toski og hýsu, enn av laksi, men givið er, hetta gevur arbeiði til nógvar hendur, og eru vit fegin um, at hesin parturin kann virkast í Klaksvík.

Havnamaður gjørt stórar íløgur í Klaksvík
Handilin Bónus hevur í mong ár í mun til útboði virka undir sera trongum umstøðum, men Niels Mortensen breyt upp um armar og setti sær fyri, at betra um umstøðurnar her norði, keypti timburhadilin við Borðoyavík við tí ætlan at byggja nýggjan bygning á økinum sum má sigast at verða væl egna til endamálið, og Niels gjørdi skjótt av, lat Magnus Hansen arkitekt upp í hendi at tekna ein handisbygning á økið, og skjótt kom Magnus til kommununa við tekningini, og vit settu okkum saman fyri at fáa besta úrslit, so byggiloyvið kundi útskrivast, síðani bleiv arbeiði útboði og stutt aftaná bleiv sáttmálið undirskrivaður við “Norðhús”, sum høvuðs arbeiðstakara. Var sjálvur hjástaddur tá undirskrivingin fór fram, og tá eg hoyrdi Niels greiða frá, at í juni 2009 skuldi bygningurin standa liðugur, bæði innan og ikki minst uttanumøkið, helt eg hetta verða ógvuliga stutt skotbrá. Har stóð jú ein stórur bygningur, sum fyrst skuldi takast niður. 

Men arbeiði hevur gingið skjótt, tí longu nú stendur bygningurin klárur at taka í nýtslu, og er hetta ein fragd fyri eyga, at síggja eitt so væl úr hondum greitt arbeiði og økið so príðiligt, við nógvum parkeringsplássum.
Hetta er ein íløga í Klaksvík, sum gevur mong arbeiðspláss og ynski eg eigarunum og starvsfólkum hjartaliga tillukku við bygninginum, við vón um góðan framburð í økinum. 

Hjartaliga tøkk fyri gott og fyrimyndarligt samstarv.

Steinbjørn O. Jacobsen

Harleyfacadeacryl