Tað var við tógvi stríð at fáa fíggjarætlanina fyri 2009 samtykta og stórsta toganin var, um ella hvussu nógv skattaprosenti skuldi hækkað
Tá endaliga samtyktin í Býráðnum bleiv gjørd, hækkaði skattaprosenti við einum , men samstundis var eisini samtykt, at systkinaavdráttur skuldi veitast teimum foreldrum, sum høvdu fleiri enn eitt barn í ansingarskipanini.
Hetta er ein stór hjálp hjá barnaríku familjuni, sum frá fyrsta januar 2009 skuldu gjalda fult fyri fysta barni, hálvt gjald fyri næsta, meðan triðja barnið skuldi fáa ansingina ókeypis.
Hetta bleiv eisini almannakunngjørt aftaná samtyktina
Systkinaavslátturin var mettur at kosta kommununi uml. 300.000,- kr.
Við hesi skipan, hildu vit sum samtyktu uppskotið, at serliga sum tíðirnar eru í samfelagnum, kundu foreldur, sjálvt um tey eru arbeiðsleys hava møguleikan at hava børnini í ansing, so tey eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, sum arbeiðsloysisskipanin eisini krevur.
Men nú, vit eru komin inn í hálvan mars mánað, skilji eg, at systkinaavslátturin ikki er settur í verk, hóast samtykta fíggjætlanini kom í gildið 1 jan. 2009 og tikið er eitt prosent meiri inn í skatti.
Tað kennist ikki sørt ørkymlandi, at núverandi borgarstjóri, sum ikki atkvøddi fyri fíggjarætlanini, tí hon var ímóti at seta skattaprosenti upp, ikki fylgir samtykt býráðsins, við at seta systkinaavslátturin í gildið.
Hetta var jú eisini ein liður í telvingini í samband við at fáa fíggjarætlanina endaliga samtykta.
Foreldur og býráðslimir hava krav uppá at fáa at vita, hvør orsøkin er, at syskinafrádrátturin enn ikki er komin í gildið.
Nú veit eg ikki um samgongan hevur ætlanir um at broyta áðurnevndu samtykt.
Um ikki, vil eg heita á Gunvá við Keldu borgarstjóra, um at fylgja býráðssamtyktini og seta syskinafrádráttin í gildið beinanvegin, og um rætt skal verða rætt, við afturvirkandi kraft frá 1 jan. 2009.




