Eg gleddist, tá eg hoyrdi, at samtaki Bakkafrost fekk heiðurin sum ársins virkið 2009 og eg ynski tykkum hjartaliga tillukku við hesum heiðuri, sum tit sannilig hava uppborið.
Tit hava stýrt hesi fyrtøku fyrimyndarliga, og tað kemur eisin okkum til góða.
Laksvirksemið var jú í stórari kreppu, tá ILA sjúkan herjaði alibrúk okkara oyggjar og harafturat raplaðu prísirnir í botn, við ti úrslitið, at flestu smoltstøðir og alibrúk fóru á heysin ella góvust við virksemið sínum.
Farao Salmon og Eystlaks, sum var okkara stoltlleiki, við stórum virksemið, mátti eisini í stóran mun lúta fyri kreppuni, sum herjaði alla alivivinnuna í Føroyum.
Men seinni sást ein glotti og útlitini sóu bjartari út, og tað hoyrdist, at Farao Salmon og Bakkafrost, og Eystlaks høvdu funnið saman, fingu vit vónina aftur, og Føroya Banki, gjørdi sítt til at fáa lív aftur í laksaalingina, tí Bankin sæt jú við buktini og báðum endum.
Eg royndi tá eftir mínum førimuni, at ávirka partarnar, við tí í huga, at so nógv virksemið bleiv í Norðoyggjum sum gjørligt og eri takksamur fyri at hetta eydnaðst, økið okkara at frama.
Støðan hjá okkum enn verri, um ongin alivinna var í Norðoyggjum
Eg orki ikki tankan, um støðu okkara, um onki virksemið var í alivinnuni í Norðoyggjum, serliga hesa longu tíð Kósin hevur ligið still. Vit fegnast um, at tøk eru tikin, at fáa virksemið aftur á Kósini.
Geva vit okkum far um,
at samtakið Bakkafrost hevur tríggjar smoltstøðir í Føroyum,har tvær av teimum liggja í Norðoyggjum (á Húsum og Norðtoftum)
at Bakkafrost hevur sjey alibrúk, har seks av teimum liggja í Norðoyggjum, Borðoyavík, norðan-og sunnanfyri byrgingina í Haraldsundi, Árnafirði, norðan-og sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi.
at allur laksur hjá fyritøkuni verður kruvdur á Kryvjing í Klaksvik, umleið 22 túsund tons í ár.
at tað arbeiða umleið 150 fólk úr Norðoyggjum hjá fyritøkuni.
Tað hevði verið mangan svangligari her norðri, um Bakkafrost ikki hevði sítt virksemið her, tí eri eg fegin um, at teir blivu kosnir ársins virkið 2009.
Hetta er ikki komið av ongum, nei, við góðari leiðslu og røskum og nærløgdum arbeiðsfólkum.
Eg vil við hesum fáu orðum bera tykkum tey bestu ynski, nú tit á nýggjárinum blíva ein enn størri fyritøka, tá samanleggingin við Vestlaks gert veruleiki, teir hava jú eisini sítt virksemið í Norðoyggjum, við eini stórari smoltstøð inni í Dølum á Viðareiði.




