Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinlag verður nú lagt kring Biskupstorg

klaksvik.fo

Í fjør vóru flísarnir kring Biskupstorg tiknir upp og arbeiðið, at leggja nýtt seinlag, varð sett ígongd. Fyrsta steinlagi var lagt á heysti 2021 og nú verður arbeiðið gjørt liðugt.

 

Arbeiðið verður gjørt hesa vikuna, síðan skal tilfarið seta seg. Tað merkir, at ongir bilar sleppa inn á økið fyrr enn í komandi viku. Heitt verður í hesum sambandi á borgarar um at vísa varsemi og ikki fara inn á økið, meðan arbeiðið verður framt.

Seinni í ár verður farið undir at fáa fleiri parkeringspláss millum Biskupstorg og Føroya Tele, umframt at koyribreytin verður umløgd, soleiðis at fleiri parkeringspláss fáast burturúr.