Steintór er fjølbroyttur, ósjálvsøkin og er fólkaogn fyri alla okkara tjóð, segði Jógvan Skorheim í røðu sínari í Atlantis í kvøld.
Í bólkinum, sum velur listafólkið, sita Oliver Joensen, Archibald Black, Signhild V. Johannesen og Jógvan Skorheim.
Í grundgevingunum fyri at tað skuldi blíva Steintór segði Jógvan Skorheim m.a at fjølbroytni hjá Steintór er týðuligt. Sangir, gátur, filmar, bókaútgávur og konsertir eru bert dømir úr rúgvuni. Hann sær møguleikar hjá øðrum at skína. hann er altíð fúsur at geva burturav sínum royndum. Hann vil gera mun. Hann er ein afturvendandi figurur í øllum mentanarlívinum í Klaksvík. Hann er fólksligur og fólkaogn fyri alla okkara tjóð.
Steintór Rasmussen fekk handaðan ein kjekk á 75.000 kr., sum vinnulívið og kommunan í Klaksvík hava staðið saman um.
Norðlýsið ynskir Steintór hjartaliga til lukku við heiðrinum.


