Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stella Polaris 2015

Tíðindaskriv

Nú ber til at melda til klassisku tónleikakappingina Stella Polaris 2015.

Kappingin hevur sum endamál at seta sjóneykuna á júst hettar økið, at stimbra áhugan fyri klassikum tónleiki sum heild og harvið geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið.

Á henda hátt er eisini møguleiki at vísa evnaríkum ungdómi størri ans og staðfesta kappingargleði, menning og dygd.

Kappingin varð á fysta sinni í vár og komandi Stella Polaris kapping verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. og 21. Februar 2015. Avgerð er tikin um, at kappingin framyvir verður annað hvørt ár.

Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina, aldursmarkið er 24 ár.

Tilmeldingarfreistin er 1. desember 2014 kl. 13.00.

Tilmelding fer fram á heimasíðu Tórhavnar Musikkskúla www.tm.fo