So er Summarfestivalurin 2013 tann tíggjundi í røðini farin av barkastokki og tað er sum í vespureiðri við Vágsbø. Lindi, Herborg Danny and the Veetos hava longu verið á palli og júst í skrivandi stund gongur Preacher úr Skotlandi fyri fullum drøni í Tele Tjaldinum.
Spenningurin økist í hvørjum upp undir høvuðsnavnið Mika úr Onglandi, ið fer á pall nú kl 22.30. Fólk vænta eitt brak av eini konsert í kvøld og aftaná tað verður forvitnisligt at hoyra hvat Grandma’s Basement og Swangah fara at borðreiða við inn í náttina.




