Kann tað passa, at hugburðurin er tað mest avgerandi fyri, um eitt lið vinnur ella tapir? Ella eru onnur viðurskifti meira avgerandi? Umstøðurnar hava heilt vist sín stóra týdning, men eru tær einsamallar avgerandi, tá t.d. Mjølnir hevur vunnið so nógv í føroyskum flogbólti?
Kann tað hugsast, at eitt felag sum KÍ, ið hevur vunnið framúr nógv í føroyskum fótbólti, við tíðini venur seg við ikki at vinna? At tað soleiðis missir burtur ein vinnarahugburð, og at hetta meir enn nakað annað forðar felagnum at vinna?
Møguliga er nakað um hetta tosið. Til dømis hava vit mangan sæð, at nýggj feløg, sum ikki eru von at vinna nakað í 1. deild, hava torført við at fótað sær í 1. deild.
Hygg bara at NSÍ, sum í áravís var elevatorlið millum 1. og 2. deild. Tað hevur tikið teimum fleiri ár í 1. deild, áðrenn teir byrjaðu at vinna nakað sum helst, og tykjast framvegis ikki at vera slopnir av við allar barnasjúkurnar.
Ella TB, føroya elsta felag, sum hevur eina gamla og stolta søgu við nógvum sigrum í dag livir tað felagið eitt strævið lív millum oddin í 2. deild og botnin í 1. deild. Víst er søgan hjá teimum bæði stolt og glæsilig, men tað er eftirhondini so langt síðan, at teir vunnu nakað av týdningi, at eingin av verandi leikarum hevur roynt tað.
Vit kundu hildið fram at nevnt dømi um, at tað er ringt at fáa ein vinnaramentalitet, men skulu bert nevna eitt dømi afturat: Skála hevði í ár eina manning, sum mann fyri mann ivaleyst er rímiliga góð, men felagið hevur onga vinnarasøgu, og hevur tí næstan bara tapt í ár, eisini um teir hava spælt upp við onnur feløg.
Tak bara fyrra dystin í ár millum Skála og KÍ, tá løgdu skálamenn trýst á KÍ, men har átti KÍ munin í tradisjónum og royndum í 1. deild, og tí vunnu teir!! Ella var tað kanska ikki orsøkin?!?
Taparalyndi?!
Um tú hugsar sum ein trælur, so verður tú sum ein trælur!! Hesin pástandur er meir enn eina ferð settur fram, men er hann sannur?! Man eitt sindur av sannleika vera í honum, sum kann førast yvir á nógv ymisk lívsins viðurskifti eisini ítrótt!??
Herfyri hoyrdist maður her í býnum taka nakað soleiðis til:
– Fyrr í tíðini vendu allir klaksvíkingar eyguni inneftir til sítt egna og lokalsamfelag. Teir trúðu upp á egnan mátt og megi og vildu stýra egnum viðurskiftum. Men hetta er nú broytt grundleggjandi, tí nú eru øll eygu vend úteftir, ímóti høvuðsstaðnum, sum javnt og samt, stig fyri stig, yvirtekur umsitingina av lokalsamfelag okkara avleiðingarnar av hesum merkjast alt meira og meira!!
Tað er kanska avmarkað, hvat hesin seinasti pástandurin kann hava við fótbólt at gera, ella hvussu?
Kann tað setast soleiðis upp nú, at antin velur Føroya (næst)mest vinnandi felag at halda fram við verandi hugburði, har ein er nøgdur við at levera leikaratilfar til onnur føroysk feløg (umframt útlendsk), ella verður tann gamla, stolta kósin sett út í kortið av nýggjum, har norðingar aftur meta KÍ sum tað hægsta og stoltasta ein kann náa innan føroyskan fótbólt?!?!
Ella er tann tíðin farin med alla??!




