Borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Heðin Mortensen, gleðir seg til býráðsvalið og hann er til dystin fús
– Eg havi boða frá á uppstillingarfundi at eg stillið upp til komandi býráðsval.
– Høvuðsuppgávan hjá einum komandi býráð verður at føra tað sum vit hava sett í kortið út í lívið.
– Tað er umráðandi at vit alla tíðina skapa karmar soleiðis at unga fólki trívist og kennir at tað hevur okkurt at koma til.
– Her er talan um baði hørð og bleyt virði sum alla tíðina skullu mennast.
– Vit hava stórar ætlanir á øllum økjum og eftir 35 ár í býráðnum er tað eisini hetta arbeiði sum hevur mín størsta áhugað.
– Eg havi verið uppi á politisku vektini fjóðra hvørt ár og har er tað umráðandi at verða so tungur sum gjørligt, og eg haldið at vit hava nógv at frøðast um nú býráðsvalið nærkast.




