Suðuroyar Sparikassi hevði fyrsta hálvár 2016 eitt yvirskot á 1 mill kr. áðrenn skatt. Suðuroyar Sparikassi hevur tað seinasta árið havt ein vøkstur í inn- og útlánum á ávikavist 5,5 % og 6,2 %. Solvensur hjá Suðuroyar Sparikassa er styrktur – úr 14,4% stigum til 14,6% stig.
Tað gongur framá við rúkandi ferð í føroyska búskapinum. Tað er ikki long tíð gingin síðani fíggjarkreppuna, sum gav okkum øllum ein ordans framman á.
“Tað byrjar meira og meira at líkjast teimum stuttligu tíðunum í 2005-2008, tá ið alt gekk sera gott og skjótt. Hesa ferð er tað tó tað almenna, ið gongur á odda við risastórum íløgum. Ein kennir ein ávísan ófrið á sær, tá ið ein hugsar um framtíðina. Eru vit komin hartil, at tað byrjar at ganga ov skjótt? Hvussu leingi hava vit undanvind?” sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
Vøksturin í Føroyum er ein samanseting av fleiri ymiskum viðurskiftum, t.d. ”lata standa til” politikkinum hjá skiftandi landsstýrum við skattalættum, nógvari almennari bygging, halli á fíggjarlógum, lága altjóða rentustøðið, Evropiski Meginbankin oysir pening út á marknaðin eins og føroyski útflutningurin av laksi og uppisjóvarfiski gongur stak væl.
Vøksturin er tó ikki javnt býttur kring alt Føroyar. Enn minkar fólkatalið í ávísum økjum. Tað merkir, at keypiorkan minkar, lítil príshækkan er á bústøðum, og hetta ger, at støðan í sunnasta parti av landinum versnar. Ein støða, sum landstýrið eigur at seta tiltøk í verk fyri at loysa, so Føroyar ikki verða býttar upp í eitt A- og eitt B-lið. Landið er snøgt sagt ov lítið til hetta.
Suðuroyar Sparikassi er tískil við jaligu gongdini í huga byrjaður at vera meira varin við alt ov stórum vøkstri í okkara útlánum og ansar væl og virðiliga eftir at lúka øll krøv í Eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum, soleiðis at Suðuroyar Sparikassi hvílur á einum tryggum grundarlagi.
Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit áðrenn skatt á 1,2 mió. kr. fyri 2016.
Komandi hálva árið sær spennandi út – Flex Funding FO kemur á marknaðin, deildin í Havn hevur móttøku í nýggju hølunum á Staravegi 9 (Elektron bygninginum) og fleiri nýggj tiltøk verða sett í verk.
Hálvársfrásøgnin kann lesast á heimasíðu okkara ss.fo




