Listin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til løgtingsvalið 1. september er nú klárur. Og tað eru 13 dugnalig og ágrýtin valevni, sum hesa ferð bjóða seg fram fyri Javnaðarflokkin í høvuðsstaðnum.
Nógv tøk skulu takast, og nógv arbeiði er at gera, fyri at fáa føroyska samfelagið aftur á beina kós. Men tess størri týdning hevur tað at lata røttu fólkini sleppa framat, og hesi fólkini hevur Javnaðarflokkurin á listanum.
– Vit fegnast um, at okkara listi er so sterkur og so fjølbroyttur. Við hesum 6 monnunum og 7 kvinnunum hava vit sterkar røddir, ið øll somul eru til reiðar at gera teirra allarbesta fyri, at ein sterkur Javnaðarflokkur fær høvi at skipa samgongu eftir valið. Valevnini fevna víða, bæði viðvíkjandi aldri, arbeiðs- og lívsroyndum, sigur Monika Nolsøe Johannessen, forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Valevnini eru:
* Bjørg Dam
* Djóni Nolsøe Joensen
* Helena Dam á Neystabø
* Heðin Mortensen
* Ingrid S. Henriksen
* John av Reyni
* Jóan Pauli Joensen
* Kristianna Winther Poulsen
* Oda Strøm
* Rigmor Dam
* Sjúrður Skaale
* Sonja J. Jógvansdóttir
* Teitur Vágadal




