Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterkasta B36 liðið – NSÍ uttan tríggjar lyklaleikarar

Jákup Ósá

Nú er greitt, hvørjir leikarar byrja inni til kvøldsins stórdyst í Gundadali.

Hjá B36 er talan um kanska sterkasta liðið, sum hevur spælt í ár. Allir eru tøkir uttan teir ungu Fróði Rasmussen og Hannes Agnarsson. Høgni Eysturoy og Alex Mellemgaard spæla báðir frá byrjan. Teir hava sitið nógv uttanfyri við skaðum áðrenn summarsteðgin. Hjá NSÍ mangla tríggir leikarar, sum annars altíð eru at finna í uppstillingini, tá teir eru tøkir. Teir eru Bárður J. Hansen, Betuel Hansen og Árni Frederiksberg.

B36 byrjar soleiðis (vit tippa 4-2-3-1) : Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cielsewicz – Christian R. Mouritsen, Patrik Johannesen, Meinhardt E. Olsen. Á bonkinum: Rói Hentze, Bjarni Petersen, Erlendur Magnusson, Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen og Magnus H. Jacobsen.

NSÍ byrjar soleiðis: Símun Rógvi Hansen, Mórits Heini Mortensen, Per Langgaard, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen, Einar Tróndargjógv, Jann Benjaminsen, Klæmint A. Olsen. Á bonkinum: Karsten Hansen, Pætur Hentze, Haraldur Højgaard, Andri Benjaminsen. Jónleif Højgaard og Hans Marius Davidsen.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 18.00. Dysturin kann stroymast hjá KVF HER