Besta mansliðið hjá Kyndli sær á pappírinum út til at vera millum sterkastu liðini til komandi kappingarár.
Venjarar hjá Kyndli komandi kappingarár vera teir somu sum seinasta kappingarár. Geir Wardum, Hjalmar Klein Olsen og Finnur Hansson vera í venjaratoyminum, har Finnur verður leikandi venjari.
Hjalmar Klein Olsen, ein av venjarunum, sigur við Norðlýsið, at felagið hevur fingið tilgongd.
– Tveir ungir leikarar eru komnir niðri frá, sum hava verið hjá okkum fyrr. Talan er um Frank Askildsen, sum er høgri vongur/høgri bakkur. Rógvi Christiansen er strikuspælari og hava teir báðir gingið á hondbóltsskúla í Ikast. Harafturat er Birgir Poulsen komin afturat í hópin, sigur hann.
Umframt hesar, so vera fleiri aðrir við í størri mun enn teir vóru í fjør.
– Íslendingurin Hørður Fannar Sigtórsson verður nú við frá byrjan, og tað sama verður Julian Johansen. Teir vóru báðir nærum bara ”hálvir” av ymiskum orsøkum seinasta ár. Ludvík Súnason spældi heldur ikki alt árið í fjør. Hann verður fyribils við árið út, men so er møguleiki fyri, at hann fer niður. Einasta ivamálið hjá okkum í løtuni er málverjin. Mladen Mjerimacka hevur eitt tilboð frá okkum og er uppá tal. Men hann hyggur eisini aðrastaðni, so vit skulu hyggja uppá tann spurningin og møguliga kemur uppá tal, at fara uttanlands eftir einum nýggjum málverja, um Mladen nú ikki kemur aftur. Vit hava aðrar fínar ungar málverjar, men teir eru ov ungir og óroyndir til at standa fast eitt heilt kappingarár, sigur Hjalmar Klein Olsen við Norðlýsið.
Umframt hesar nevndu, so kann eisini nevnast, at David Edvardsen heldur fram í Kyndli.




