Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterling er Golden Boy

Jákup Ósá

Raheem Sterling var í dag valdur til ”Golden Boy”, sum journalistar velja yvir leikarar frá 21 ár ella yngri.

Í 2003 var fyrstu ferð, at hesin heiðurin bleiv valdur. 20 ára gamli Raheem Sterling hevur havt eitt gott ár fyri Liverpool. Tað viðførdi eisini, at hann var millum leikararnar á enska landsliðnum til HM endaspælið í summar. Tað eru journalistar fyri kendu bløðini Bild Blick, A Bola, L’Equipe, France Football, Marca, Mundo Deportivo, Ta Nea, Sport Express, De Telegraaf og The Times, sum velja hendan leikaran, sum í dag er høgt í metum.

Fyrrverandi vinnarar eru hesir:

2003: Rafael van der Vaart, Ajax

2004: Wayne Rooney, Everton

2005: Lionel Messi, Barcelona

2006: Cesc Fabregas, Arsenal

2007: Sergio Aguero, Atletico Madrid

2008: Anderson, Manchester United

2009: Alexandre Pato, Milan

2010: Mario Balotelli, Manchester City

2011: Mario Gotze, Borussia Dortmund

2012: Isco, Malaga

2013: Paul Pogba, Juventus

Harleyfacadeacryl