Vit eru keddir av at skulla kunngerða at Steven Curtis Chapman ikki verður við á Fjarðafestivalinum í ár, skrivar fjarafestivalurin í tíðindaskrivi. Chapmann misti fyri kortum fimm ára gomlu dóttur sína
Sum kunnugt so var familjan Chapman fyri fáum vikum síðani úti fyri eini syndarligari bilvanlukku har yngsta dóttur teirra Maria doyði bert 5 ára gomul. Vit skilja sjálvandi at Steven tekur hesa avgerð og syrgja saman við honum og familjuni.
Vit arbeiða í løtuni við at finna ein avloysara og verður tað nokk klárt í komandi viku.
f/ Fjarðafestivalin
Eyðun Jacobsen
—————
Misti 5 ára gomlu dóttur sína
Mikukvøldið tann 21. maj doyði yngsta dóttur Steven Curtis Chapman eftir at 18 ára gamali bróður hennara hevði koyrt hana yvir – beint uttan fyri heimið hjá familjuni.
5 ára gamla Maria, var ynskt av seks børnum sangarans, og hon spældi saman við øðrum bønunum uttan fyri heimið.
Beiggi hennara, sum bakkaði ein Toyta land Cruiser úr bilhúsinum, sá ikki systur sína.
Tvey børn sóu ólukkuna og øll familjan var heima tá ólukkan hendi.
Gospel sangarin og kona hanara eiga trí børn men tey hava eisnini adoptera tríggjar gentur úr kina.
Chapman arbeiðir nógv til frama fyri heimleys børn og saman við konu síni hava tey stovna ein vælgerðar felagsskap sum arbeiðir við at hjálpa adoptiv familjum.
“I don’t know of anybody who loves his children more than he does and is so committed to the adoption concept, and to lose one, no matter what the circumstances, is heartbreaking beyond all comprehension,” segði John Styll, presidentur fyri the Nashville-based Gospel Music Association.
“He talks about his kids all the time. That’s his life. His kids are more important to him than music, that’s for sure.”




