Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stevningin: Tætt samspæl millum KVF og misálitsuppskot hjá anstøðuni

John William Joensen

BROT ÚR STEVNIN SUM ER SEND FØROYARÆTTI: Sendingin varð víst mánadagin 26. mai 2014 og send sum framhald av Degi og Viku. Vanliga skráin bleiv broytt soleiðis, at ítróttarsendingin bleiv flutt. Sendingin er endursend tvær ferðir, og sendingin liggur inni á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin bleiv helst send mánadag, tí tey saksøktu vistu, at løgtingsfundur skuldi verða mikudagin 28. mai 2014. Sendingin var eisini beinleiðis orsøkin til, at fundarskráin varð broytt í Løgtinginum, og at andstøðan í tinginum legði fram uppskot um misálit móti saksøkjaranum. Uppskotið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 atkvøðum ímóti.

Uppskotið verður lagt fram sum skjal 8.

Tað er eingin ivi um, at løgtingslimir hava uppfatað skuldsetingarnar hjá Kringvarpi Føroya og Portal.fo sum sera álvarsamar. Í viðmerkingunum til uppskotið um misálit verður sagt soleiðis:

Í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í

almenninginum um persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar-, og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku í sambandi við óreglusemi í tollavgreiðslu, vøruútflýggjan o.ø. fyri árum síðani.

Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum, ið eru komnar fram, og hevur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg rættarliga fyri tyngjandi upplýsingarnar.

Síðani er eisini staðfest, at landsstýrismaðurin alment hevur sagt ósatt um sín leiklut og sína ábyrgd av tí, sum er farið fram.

Tað kann ikki góðtakast, at ein landsstýrismaður, sum er settur til og hevur rættarliga ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi vi teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita.

Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin í tollmálum í eftirfylgjandi tíðindaskrivi verjur, at tollreglurnar verða ikki hildnar.

Álitið á politisku skipanina og rættarfatanina verður máað burtur, um hetta ikki fær avleiðingar og ábyrgd staðfesta.

Løgmaður, ið hevur ábyrgdina av landsstýrinum og fyrisitingini, átti tí at loyst landsstýrismannin úr starvi. Tá ið einki bendir á, at slíkt stig verður tikið, eigur Løgtingið at samtykkja misálitsváttan á landsstýrismannin í fíggjarmálum……..