Nógv bendir á, at tað verður ein broyttur Fólkaflokkur, sum Annika Olsen í dag meldar seg innaftur í.
“Gerast skal ein nýtímansgerð av flokkinum við dagførdari stevnuskrá og bygnaði fyri flokkin, og Annika Olsen fær ein týðandi leiklut í hesum arbeiði, serliga við atliti til Suðurstreym” stendur í eini Fráboðan frá Fólkaflokkinum.
Hvat liggur í orðunum ”serliga við atliti til Suðurstreym”, kunnu vit bara gita um, tí hvørki stevnuskrá ella bygnaður kunnu taka atlit til ávís øki í landinum. Harafturímóti er ikki er óhugsandi, at serligu atlitini kunnu hava nakað við býráðsvalið í heyst at gera.
Baklandið skal hava størri ávirkan
Funnist hevur verið at Fólkaflokkinum, tí at baklandið í flokkinum hevur havt lítið vald í mun til ting- og landsstýrismanning floksins, men hetta verður nú helst broytt. Í fráboðanini frá flokkinum stendur: ” Í arbeiðinum við at nýtímansgera flokkin skulu allir partar, tað vil siga tingmanning, floksleiðsla, starvsnevnd og limafeløg luttaka, soleiðis at alt baklandið er partur hesum arbeiði.”
Ætlanin er, at arbeiðið við at nýskipa Fólkaflokkin skal verða klárt til landsfund floksins í heyst.




