Hondbóltur, Keypmannahavn: Í dag steðgaði ævintýrið hjá monnunum hjá ÍF Føroyum í donsku steypakappingini. ÍF Føroyar tapti 22-20 ímóti Team Sydhavsøerne.
Hondbóltur, Keypmannahavn: Í dag steðgaði ævintýrið hjá monnunum hjá ÍF Føroyum í donsku steypakappingini. ÍF Føroyar tapti 22-20 ímóti Team Sydhavsøerne.
Samanumtikið var sigurin hjá Team Sydhavsøerne uppiborin. ÍF Føroyar fekk ongantíð veruliga ferð á álopsspælið, og í verjustøðu vóru umstøðurnar hjá Team Sydhavsøerne til tíðir heldur lættar.
Bæði liðini fingu eina nøkulunda góða byrjan upp á dystin. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik og hálvleiksstøðan var 11-10 til Team Sydhavsøerne.
Byrjanin upp á seinna hálvleik var banasárið hjá ÍF Føroyum. Team Sydhavsøerne buldraði nøkur mál inn, ímeðan tað var sera soltið hjá ÍF Føroyum. Aftaná eitt korter var støðan 18-12 til Team Sydhavsøerne.
Tað bleiv eitt sindur spennandi við dystarlok tá ið tvey og trý mál skiltu liðini. Men tað gjørdist ikki tættari enn tað sama og úrslitið gjørdist so statt 22-20 til Team Sydhavsøerne.
ÍF Føroyar rakti ikki dagin í dag og tað var kanska høvuðsorsøkin fyri, at steypaævintýrið fekk sín enda. Tó so, steypaævintýrið hevur verið gott, og menninir hjá ÍF Føroyum kunnu vera stoltir fyri at náa so langt.
Gongdin fimtahvønn minutt
minuttir: ÍF Føroyar – Team Sydhavsøerne:
5: 1-2
10: 4-4
15: 5-5
20: 7-5
25: 9-8
30: 10-11
35: 11-13
40: 11-16
45: 12-18
50: 14-19
55: 17-21
60: 20-22




