Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinalan hjá kvinnunum: KÍ-GÍ 3-0 (3-0): KÍ-KVINNURNAR STEYPAVINNARAR

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum sannførandi 3-0 finalusigri gjørdust KÍ-kvinnurnar steypavinnarar 2007. Øll málini komu í fyrra hálvleiki, eitt sjálvmál í 19. min. og síðan 2 mál av Rannvá B. Andreasen í 35. min. og aftur nakrar minuttir seinni.

Leikgongdin í dystinum var samanumtikið til fyrimunar fyri KÍ, sum legði eitt ávíst trýst á GÍ-málið, men GÍ var tó til tíðir við í leikinum og vardi eisini manniliga.

KÍ byrjaði bragdliga, og eitt nú fekk Vivian 2 góðar málmøguleikar, sum hon tó ikki fekk gjørt til mál.

GÍ hevði eisini tíðliga í dystinum 1 málmøguleika, men samanumtikið var tað KÍ, sum vísti betur skipað spæl.

1-0 málið kom í 19. minutti, tá ein bóltur varð spældur inn í GÍ-brotsteigin, har ein av GÍ-spælarunum var óheppin at koma undir hann, so hann snýtti málmannin og fór í mál.

2-0 málið kom í 35. minutti. Rannva Andreasen fekk bóltin umleið á miðjuni, haðani hon rak til áleið brotsteigarmarkið og síðan smekkaði til, og bólturin sat í GÍ-málinum. Eitt flott mál av Rannvu og 2-0 til KÍ.

Ímóti endanum av fyrra hálvleiki fekk GÍ lagt eitt ávíst trýst á KÍ, men uttan úrslit.
Ístaðin bleivt tað til enn eitt KÍ-mál, har Rannvá aftur var upp á spæl. Hon skeyt eitt skot í yvirliggjaran, og bólturin brast í vøllin, og metti linjuverjin, at hann hevði verð innan fyri málstrikuna, tvs. 3-0 til KÍ í hálvleikinum, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

SOSTATT ERU KÍ-KVINNURNAR STEYPAVINNARAR 2007 !!!

FØROYA MEST VINNANDI FÓTBÓLTSLIÐ NAKRANTÍÐ HEVUR ENN EINAFERÐ VUNNIÐ EITT GULLMERKI – TILLUKKU !!

KOYR Á KÍ !!!

Harleywoodpaint