Tað verður Sonni Zachariassen, sum skal vera 1.- dómari til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum komandi leygardag í Høllini á Hálsi. Hann verður 1.-dómari í báðum dystunum.
Dystirnir verða:
| Kl. | 13.00 | MK | KÍF – TB |
| Kl. | 15.30 | MM | Fleyr – SÍ |
Sonni hevur seinastu árini dømt í Føroyum, eins og hann hevur dømt altjóða dystir í sambandi við Nevza-kappingar v.m.
Eisini hevur hann havt dómarauppgávur í Føroyum, tá avgerðandi dystir eru leiktir, og var hann millum annað 1.-dómari í sambandi við FM-finalurnar í 2016.
Umframt vaksnamannafinalurnar verða eisini hesar finalur leiktar um vikuskifti í Høllini á Hálsi:
| Leygardagin 25. februar 2017 | |||
| Kl. | 9.30 | G12 | Sí a – KÍF a |
| Kl. | 18.30 | D14 | SÍ – Fleyr |
|
Sunnudagin 26. februar 2017 |
|||
| Kl. | 13.00 | D12 | Fleyr a – Sí a |
| Kl. | 14.15 | MU | Fleyr – SÍ |
| Kl. | 15.30 | G16 | Fleyr a – TB |
| Kl. | 16.45 | KVU | ÍF – Mjølnir |
| Kl. | 18.00 | G14 | Fleyr a – Sí a |
| Kl. | 19.15 | D16 | SÍ – Fleyr |




