Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinalur: Fleyr dreingir 12 gjørdust fyrstu finaluvinnarar

Danial Viðoy

Flogbóltsfinalur 2016: Tær fyrstu steypafinalurnar fóru av bakkastokki í gjár. Dreingir 12 hjá Fleyr struku av stað við teim fyrstu gullmedaljunum.

Flogbóltsfinalur 2016: Tær fyrstu steypafinalurnar fóru av bakkastokki í gjár. Dreingir 12 hjá Fleyr struku av stað við teim fyrstu gullmedaljunum. 

TÍÐINDASKRIV FRÁ FBF:

Fyrsta settið vann Fleyr 25-17, men í øðrum setti vísti SÍ styrki, og vann uttan trupulleikar 25-20.

Stórur spenningur var síðani undan triðja og avgerandi settinum, og stórur spenningur var millum ungu leikararnar og ikki minst venjararnar.

Fleyr koma best frá byrjan, men við støðuna 14 – 6 til Fleyr kom stígur í, og ungu SÍ stjørnurnar vunnu spakuliga inn á Fleyr,

og róp frá ommum, abbum, syskjum og foreldrum gjørdust øgilig í høllini.

Men endin gjørdist, at Fleyr vann settið 15-11 og hevur so statt vunnið fyrstu finaluna hetta vikuskiftið og allar fyrstu steypafinaluna hjá dreingjum 12 nakrantíð.

Besti leikari SÍ: Bjarni Joensen

Besti leikari Fleyr: Mattias Nolsøe Isaksen